Eg skilji púrt onki

Niels Nattestad, skúlastjóri í Venjingarskúlanum, skilir als ikki, at ongin av teimum 700 føroysku fólkaskúlalærarunum vilja vera skúlastjóri í Venjingarskúlanum

Niels Nattestad, ella Natte, hevur verið skúlastjóri í Venjingarskúlanum í 10 ár, og tilsamans hevur hann sitið í leiðslu í skúlans í 26 ár. Hann sigur seg harmast almikið um, at starvið sum skúlastjóri nú verður lýst leyst á triðja sinni.
- Eg skilji bara púrt onki, og undrist stórliga á, hví tað er so ringt at fáa fólk at søkja. Hetta átti at verið ein sera spennandi avbjóðing hjá einum ungum lærara, sigur Natte. Hann segði seg úr starvi til 1. apríl, so nýggi stjórin kundi taka við longu tá, og vera við til at skipa komandi skúlaár.
- Men nú havi eg so játtað at verða verandi til 1. august, og vera við til at fyrireika komandi skúlaár, sigur Natte. Hann vísir eisini á, at Venjingarskúlin er í einari sera spennandi menningartilgongd, tí komandi skúlaár verður skúlin skipaður í sjálvstýrandi toymi, har sami bólkur av lærarum samstarvar um hvørja deild.
- Hetta eru vit sera spent uppá, sigur Natte, sum longu tá hann var settur í starv fyri 10 árum síðani gjørdi av at verða í sessinum í 10 ár.

Broytti skúlin
Spurdur hví hann heldur at lærarar ikki hava hug at søkja starvið, sigur Natte, at hann hevur onga hóming av tí, men at orsøkirnar helst eru ymiskar frá persóni til persón.
- Eg meini so við – høvdu so bara nakrir fáir søkt. Men at bara ein umsókn er komin inn bæði undrar og harmar meg stórliga, sigur hann.
Til tað, at onkur vil vera við, at lønin er ikki nøktandi, sigur Natte, at tað einsamalt ikki átti at gjørt munin, men, at tað sjálvsagt hevði verið meira attraktivt, um eitt sindur meira var í lønarposanum.
- Skúlin í dag er als ikki tann sami skúlin, sum eg tók við fyri 10 árum síðani. Uppgávurnar eru vaksnar nógv og ábyrgdin hjá leiðaranum er eisini økt nógv. So sjálvsagt hevði tað hjálpt, um lønin var hægri, sigur hann.

Bati at hóma
Uppá spurningin um maktarloysið leiðslunnar, í mun til at handfara fløkjaslig mál um eitt nú truplar næmingar, sigur Natte, at tað átti ikki at hildið øllum lærarum frá at søkja.
- Tað hava altíð verið truplir næmingar, og tað fara tað altíð at vera. So hetta er sjálvsagt ein av uppgávunum hjá einum leiðara, sigur Natte, sum leggur afturat:
- Rætt er tað, at vit leiðarar fáa ikki gjørt tað, sum vit halda vera rætt á hesum økinum. Og tað er ein trupulleiki. Men til tað er at siga, at ein lógarbroyting er á veg, ið sum heild gevur leiðslunum størri vald. Eitt nú fer at bera til at burturvísa næmingum uttan foreldranna samtykki. Harumframt fær landsstýrismaðurin heimild til at seta á stovn undirvísingartilboð til næmingar, sum orsaka av vánaligum atburði, ikki kunnu vera í einum vanligum skúlaflokki. Hetta er heilt givið ein bati í mun til truplu næmingarnar, sigur Natte.
Hann skundar sær tó at vísa á teir næmingarnar, sum ongir trupulleikar eru við.
- Vit hava so hundraðtals aðrar fittar, blíðar og góðar næmingar, sum eru ógvuliga spennandi at fáast við. At vera saman við nógvum børnum dagliga er ein stór inspiratión sum leiðari, sigur hann.

Sterkari leiðsla
Eitt annað sum Natte vísir á, og sum kanska kann halda lærarum frá at søkja stjórastarv, er, at samstundis sum leiðslurnar hava fingið alt fleiri uppgávur, so strekkir tíðin ikki til at røkja tær.
- Men eisini á hesum økinum er ein loysn á veg, sum skal styrkja leiðslurnar. Til dømis á Venjingarskúlanum, har vit helst fara frá einari tvístreingjaðari til eina trístreingjaða leiðslu, sigur hann.
Annars vísir Natte als ikki tankanum um at fáa onnur enn lærarar í stjórastarvið.
- Eg haldi ikki, at vit eiga at avvísa tankanum frammanundan. Kanska hevði tað verið ein loysn við bæði einum fyrisitingarligum og ein námsfrøðiligum leiðara, sum sjálvsagt skuldi verið læraraútbúgvin. Nógv av orkuni hjá leiðsluni er fyrisiting, og hetta styggir kanska eisini lærarar, sigur Natte, sum kortini ásannar, at hvørki frá Lærarafelagnum ella frá politiskari síðu hevði undirtøka verið fyri einari slíkari loysn.
- So nú vóni eg bara at onkur søkir, tí her er veruliga talan um eitt starv við nógvum spennandi avbjóðingum og møguleikum, sigur Natte at enda.