- Eg skilji ikki at fólk hamstra vørur

Niels Mortensen sigur, at um fólk keypa, sum tey plaga at keypa, verður eingin trupulleiki við matvørum.

 

 

Niels Mortensen, stjóri, sum stendur aftan fyri Miklagarð, Bónus-handlarnar og Mylnu-handlarnar, sigur, at síðan tíðindafundin í Danmark í gjár, hava tey upplivað, at viðskiftafólk eru farin at leggja vørur inn undir seg.

- Fólk mugu hugsa um, at hetta er ikki ein matvørukreppa. Gera fólk, soleiðis sum tey plaga at gera og keypa sum vanligt, verður eingin trupulleiki við matvørum og øðrum nýtsluvørum.

Hann vísir á, at um tað verður soleiðis, sum tey sóu í handlunum seinnapartin í gjár, so kann tað sjálvandi henda, at vørur koma at vanda, til vørur koma aftur. Hann heitir tí á fólk um at taka tað róligt.

- Eg skilji slett ikki, at fólk í verandi støðu í Føroyum eru farin at leggja vørur inn undir seg. Hetta er slett ikki neyðugt, og tað er heldur einki, sum bendir á, at tað verður neyðugt, soleiðis sum støðan er.

Niels Mortensen sigur, at handlarnir hava tær vørur, sum teir plaga at hava, og vørur koma heim sum vanligt. - Her er einki at óttast, um fólk gera, soleiðis sum tey plaga at gera, leggur hann aftrat.