Eg skilji hetta slett ikki

Hetta er eitt heilt alvorligt afturstig, sigur Bjarni Djurholm

- Hetta er eitt heilt alvorligt afturstig, og eg skilji slett ikki, at hetta verður sett í verk.

Bjarni Djurholm, varaskúlastjóri á Eysturskúlanum stendur rættiliga spyrjandi, nú tað verður eitt krav, at øll, sum skulu til skips fyrstu ferð, skulu fyrst á eitt tríggjar vikur langt trygdarskeið, áðrenn tey sleppa umborð.

 

Fyrr í morgun greiddi skúlastjórin á Tvøroyri frá, at hetta fer helst at beina fyri sjóvinnubreytini hjá 10. flokki á Tvøroyri, har ein hópur av blaðungum suðuroyingum hevur fingið trygdarskeið, og sostatt eru slopnir beint til skips.

 

 

Les eisini: Stórt bakkast fyri ungar dreingir og ungar gentur

 

 

Eisini Nám X á Eysturskúlanum, sum er 10 flokkur í allari Tórshavnar Kommunu, hevur eina sjóvinnubreyt. Bjarni Djurholm sigur, at tað er ein av høvuðsbreytunum á skúlanum, og har hava tey einar 22 næmingar um árið.

 

- Hugurin hjá næmingunum at sleppa á sjóvinnubreytina er nógv størri enn so, men teir eru nógv úti við báti, so tað er av trygdarávum, at vit bara hava 22 næmingar, sigur varaskúlastjórin.

 

- Í hesi breytini er nettupp trygdarskeiðið ein ógvuliga týðandi táttur, tí tað ger, at næmingarnir kunnu fara beint av skúlabonki og til skips.

 

Tað er skúlin, sum rindar fyri trygdarskeiðið fyri næmingarnar á Nám X, akkurát sum á Tvøroyri.

 

Men Bjarni Djurholm sigur, at skulu næmingarnir nú á skeið í tríggjar vikur, er ongin møguleiki at halda fram við sjóvinnubreytini.

 

- Tað hevur skúlin undir ongum umstøðum ráð til, og tað ber undir ongum umstøðum heldur til at taka næmingarnir úr skúlanum í tríggjar vikur til eitt trygdarskeið.

 

Bjarni Djurholm staðfestir, at tað eru ikki ofta, at næmingar í 10. flokki kunnu fáa eitt førleikagevandi prógv, men tað kunnu teir næmingar, sum ganga á sjóvinnubreytina, tí teir kunnu fara beint til skips.

 

Hann sigur, at tað, sum nú hendir, er eitt heilt alvorligt afturstig fyri tey ungu, sum hava hug og hegni til eitt arbeiðslív á sjónum. Og tað er eitt stórt afturstig í royndunum hjá reiðaríum at seta nýtt fólk við, so hvørt tey eldru leggjast upp. 

 

Tí sigur hann, at hann skilir slett ikki eitt slíkt stig sum hetta, myndugleikarnir nú taka. Hann sigur, tríggja daga skeiðið er eitt frálíkt skeið, og altjóða krøv, ella ikki, so heldur hann, at vit eiga ikki at ganga undir tey.

 

- Tað verður ongin, sum fer at lasta okkum fyri tað, um ungfólk ikki fara á skeið í tríggjar vikur fyri at sleppa umborð á skip, sigur Bjarni Djurholm.