- Eg skilji Boga – men vit eru ikki klovnar

Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, er samdur við Boga Hansen um, at tað nyttar einki bara at siga, at vit vilja verja umhvørvið. - Vit mugu vísa umheiminum í verki, at vit vilja gera nakað við tað, sigur hann

Umhvørvi

- Jú, eg skilji væl, at Bogi Hansen ruskar undir okkara fólkavaldu, men eg eri ikki samdur við honum um, at vit politikarar eru nakrar klovnar.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.
Í Sosialinum fríggjadagin ruskaði Bogi Hansen, professari í havfrøði, av álvara undir okkara fólkavaldu.
Hann segði, at um Føroya løgting ikki samtykkir at seta í gildi Kyoto-sáttmálan at galda fyri Føroyar, er enn einaferð staðfest, at Føroyar verða stýrdar av nøkrum ábyrgdarleysum klovnum.
- Hetta er hart sagt, men eg kann væl fylgja Boga Hansen, sum ótolnast um, at heimurin – og eisini vit føroyingar – taka verulig tøk til tess at verja umhvørvið, nú líkt er til, at globala dálkingin rættiliga er farin av ávirka veðurlagið kring um heimin.
Spurdur, um úttalilsini hjá Boga Hansen, sum fekk norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í fjør heyst, kunnu føra til eina sjálvrannsakan millum politikarar, heldur Kaj Leo Johannesen:
- Jú, tað er nakað um tað, og eg ivist onga løtu í, at sterku úttalilsini hjá Boga eru meint konstruktivt. Tað er eingin ivi í mínari sál um, at vit eiga at taka umhvørvi í størsta álvara – og í nógv størri álvara enn higartil.
Kaj Leo Johannesen sigur, at Føroyar sum land avgjørt eiga at senda eitt "signal" út í heim, sum sigur, at vit eru við í strembanini eftir størri umhvørvisvernd.
- Tað nyttar einki bara at siga, at vit vilja verða við. Vit mugu vísa umheiminumí verki, at vit ERU við. Gera vit ikki tað, verða Føroyar roknaðar sum b-land í hesum høpi, og tað er eitt vánaligt "signal" at senda út í heim, eisini til okkara marknaðarlond, sigur formaður Sambandsfloksins.