Stjørnan skal hava nýggjan venjara til seks teir seinastu dystirnar í landskappingini. Tað er greitt, eftir at Stjørnan hevur boðað frá, at Svein Rógvi Ljósstein Nielsen er uppsagdur.
- Eg skilji væl avgerðina. eg veit hvørju støðu felagið er í og skilji avgerðina, sigur Svein Rógvi í stuttari viðmerking við Sosialin.
Stjørnan hevur tað ikki lætt fíggjarliga í løtuni, og hevur ikki ráð at hava ein venjara í føstum starvi. Fyrr í hesum kappingarárinum skifti Simona Petersen til Kyndil og Elisabeth Bergvin fór aftur til Noreg.
- Hetta er fyrst og fremst av fíggjarligum orsøkum, tí vit eru ikki so væl fyri, sum vit hava verið. Svein Rógvi hevur gjørt eitt gott arbeiði hjá okkum og vilja vit takka honum fyri tað. 6 dystir eru eftir og í annaðkvøld vænti eg ein loysn liggur klár fyri írestandi dystirnar, sigur Kristoffur Ragnarsson við Norðlýsið.
Svein Rógvi verður framvegis ein partur av felagnum, men kemur einki at hava við besta liðið at gera.
- Eg fari nokk at venja onkur av teimum yngru liðnum, sigur Svein Rógvi.
Stjørnan hevur í løtuni ein útlendskan spælara. Tað er Ema Bezanovic. Tað er ógreitt um hon heldur fram í felagnum.
Stjørnan hevur vunnið nógv seinastu 15 árini, men nú er kassin tómur.
Ájavnt millum VÍF/Tjaldur og Kyndil
VÍF/Tjaldur vann aftur um vikuskiftið og hevur nú hálað inn á Kyndil á øðrum plássi. Neistin er greitt oddalið og vann á Kyndli, sum hevur Simonu Petersen við á fyrsta sinni. VÍF/Tjaldur vann við trimum málum á Stjørnuni.
Dysturin í Runavík var leingi javnur. Til stutt fyri hálvleik var Stjørnan greitt oman á. Serliga Durita Christophersen var í góða lagnum og meddaði bóltar í kassan. Í seinna hávleiki gekk leingi javnt á, men seinastu fimm minuttirnar koppaði dysturin til fyrimuns til felagsliðið.
Í høllini á Hálsi var ongin slingur í valsinum hjá Neistanum. Dysturin var bara nakrar minuttir gamal, tá tað gjørdist øllum greitt, at tað var ikki hesa ferð, at Neistin fór at missa stig. Við Barbaru Brauer á odda trumlaði Neistin Kyndil um koll og vann við tíggju málum.
VÍF/Tjaldur – Stjørnan 27-24(17-17)
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 9, Eilin Hansen 5, Liljan Djurhuus 4, Heidi Sevdal 3, Amanda Kristensen 3, Barbara Nygaard 2, Linda Davidsen 1
Stjørnan: Durita Christophersen 9, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 5, Judit Hansen 2, Una Olsen 2.
Neistin-Kyndil 31-21(20-8)
Neistin: Barbara Brauer 10, Nicloleta R. Hansen 7, Jacklin Durhuus 5, Unnur Danielsen 4, Bára Hansen 4, Eir Berg 1
Kyndil: Anja Heinadóttir 6, Simona Petersen 3, Jórun Ludvig 2, Turið Arge 2, Bjarta Johansen 2, Gurið Eystberg 2, Anna Brimnes 1, Bára K. Hansen 1, Simona Jacob 1, Annika Sigurðsdóttir 1
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 15 475 351 124 30
2 Kyndil 15 337 338 -1 16
3 VÍF/Tjaldur 15 365 381 -16 16
4 VB 15 355 384 -29 10
5 StÍF 14 350 395 -45 9
6 Stjørnan 14 324 357 -33 7