- Eg síggi ikki trupulleikan, annað enn at skotið verður eftir manninum, sigur Jørgen Niclasen.
Harður orðadráttur hevur verið ímillum Tjóðveldi og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, nú Løgtingið viðgerð eina nýggja pensjónsskipan.
Í hesum sambandi hevur Tjóðveldi átalað, at Jørgen Niclasen leggur uppskotið fram til tingsins viðgerð, áðrenn tey, sum hava málið til hoyringar, eru sloppin at gera sínar viðmerkingar.
Og tað er at brot á tingskipanina, sigur Tjóðveldi
Jørgen Niclasen staðfestir, at atfinningarnar ímóti uppskotinum hava snúð seg meiri um manglandi hoyringssvar, enn um innihaldið í uppskotinum.
Les eisini: Jørgen Niclasen vanvirðir Løgtingið
Og hann heldur at framferðin er tað rætta.
Hann sigur, at uppskotini vóru liðug í oktober og tey skulu vera avgreitt í ár
- Tískil kundu vit sent tey til hoyringar við stuttari freist, ella vit kundu bíða við at lagt tey fyri Løgtingið og givið Løgtinginum stutta tíð at viðgjørt málini.
Les eisini: Eg síggi ikki trupulleikan
- Eg helt, at hoyringsfreistin skuldi vera nóg drúgv og eg helt eisini, at Løgtingið skuldi fáa nóg góða tíð at viðgera málini, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hann hevur ikki hoyrt somu atfinningar, tá ið onnur mál ikki hava verið til hoyringar.
- Men tá ið hoyringssvarini koma, vera tey øll løgd fyri Løgtingið og so kann kann Løgtingið taka tey við í viðgerðini, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at elva hoyringssvarini til broytingar, er einki, sum forðar fyri tí, sigur Jørgen Niclasen.









