B36-B68 3-1 (0-0)
Fótbóltur: Bárður Olsen var høvuðsmaðurin í Gundadali í gjár. Hann stóð fyri tveimum av málunum hjá B36, sum vann uppiborið 3-1 á B68.
Víkarmaðurin skifti í vetur til B36 úr EB/Streymi. Í Sundalagnum spældi hann fyri tað mesta á høgra vongverjanum. Í B36 hevur hann roynst væl sum miðvallari undir liðini av Klæminti Matras og Róaldi Jacobsen.
Tað hoyrdist, at tú hevur sett sum krav í B36, at tú skal spæla á miðvøllinum. Er avrikið í dag orsøkin, at tú ikki skal spæla í verjuni?
Bárður Olsen flennur, áðrenn hann svarar.
– Eg seti eingin krøv. Venjarin ger av, hvar eg skal spæla, og tí havi eg fulla virðing fyri, sigur miðvallarin, sum sjálvsagt var fegin um, at hann hevur skotið síni fyrstu mál fyri B36.
Sigfríður Clementsen var í hálvt annað ár venjari hjá Bárði Olsen í EB/Streymi. Hann metir ikki, at tað var eitt mistak, at Bárður Olsen spældi á vongverjanum hjá sundalagsmonnum.
– Sum venjari stendur tú á odda fyri einum leikarahópi, og tú setir liðið, sum tú metir gagnar liðnum best. Johan Ellingsgaard hevur verið fantastiskur á vongverjanum higartil. Bárður Olsen er ein sera skilagóður fótbóltsleikari og hevur gott eyga fyri spælinum, sigur Sigfríður Clementsen, og vísir á, at Bárður Olsen spældi á mivøllinum í 13 av 27 landskappingardystum í 2008, tá EB/Streymur vann greipuna.
Góður higartil
At síggja til tykist Bárður Olsen framvegis ov tungur. Men við einum frálíkum renniarbeiði og tveimum málum er torført at leggja eftir tvífalda málskjúttanum. Hann vísti eisini framúr eginleikar, tá hann í tveimum førum sendi framvið Vlada Filipovic. Fyrst royndi hann seg við vinstrabeininum av brotsteigarmarkinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki sneiddi miðvallarin tveir mótstøðumenn av og sendi trygt í netið.
– Bárður hevur staðið seg væl higartil. Hann veit, at hann kann betra um kropsstøðuna. Kavin hevur darvað fyrireikingunum til kappingarárið nógv, men hópurin stríðist fyri at fáa alt upp á pláss, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36.
24 ára gamli Bárður Olsen er partur av einum gyltum ættarliði í EB/Streymi. Saman við Hans Paula Samuelsen, Arnbjørn Hansen, Marna Djurhuus og øðrum var hann við til at vinna sundalagsmenn á tindarnar í føroyskum fótbólti. Nú roynir víkarmaðurin at vinna fyrstu heiðursmerkini við B36. Bárður Olsen hevur spælt tveir altjóða skrásettar landsdystir fyri Føroyar.