Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging

Eg seti altíð tann best skikkaða – og tað er ofta ein kvinna

Tað staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, sum eftir fýra árum er farin frá at vera einsamøll kvinna í leiðslubólkinum – til at fáa javnstøðu í felagnum frá toppi til gólv.

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging

Tað sigur stjórin í Betri Trygging á Facebook-vanganum hjá tryggingarfelagnum, sum skrivar, at tá kjakið um javnstøðu kemur upp at venda, er altíð onkur, sum staðfestir: 

»Tað nyttar ikki at seta eina kvinnu, bara fyri at seta eina kvinnu. Vit mugu seta tann persónin, sum er best skikkaður.«

Men sambært Ingunn Eiriksdóttir er eingin andstøða ímillum at seta eina kvinnu og at seta tann best skikkaða persónin. Tí tann best skikkaði er ofta ein kvinna. 

- Eg gangi inn fyri at hava eins nógvar kvinnur og menn, tí tað er betri fyri trivnaðin, úrslitið, burðardygdina osfr. Men eg seti ikki kvinnur bara fyri at seta kvinnur. Eg seti altíð tann best skikkaða persónin – og tað vísir seg umleið helvtina av ferðunum at vera ein kvinna, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Tá hon sjálv byrjaði í Betri Trygging sat hon einsamøll kvinna ímillum allar menninar. Men eftir fýra árum er kynsbýtið javnt.

- Starvsfólkið hevur alla mína tíð verið væl blandað. Men tað sást ikki aftur í leiðsluni. Tað ger tað nú – og tað er komið púra natúrliga, júst tí at eg vildi hava tey bestu. 

Stjórin í Betri Trygging hevur í grundini bara eina gylta reglu, tá hon setir fólk, skrivar tryggingarfelagið – og tað er at tryggja diversitet. 

- Vit skulu hava bæði kyn, men vit skulu eisini hava ymsar útbúgvingar, ymsar aldrar, ymsar royndir og ymsar typur. Diversitetur er eitt lyklaorð fyri meg sum stjóra, og har kemur kynslig javnstøða eisini natúrliga inn, greiðir Ingunn Eiriksdóttir frá. 

Ingunn Eiriksdóttir hevur royndir bæði innan tað almenna, tað privata og tað kommunala. 

- Mínar royndir eru tær somu allastaðni. Har starvsfólkið er væl blandað, eru trivnaður og úrslit best. Kvinnurnar í Føroyum standa einki aftan fyri menninar. Fert tú eftir teimum bestu fólkunum, fært tú eisini javnstøðuna við í posan. Tað eru mínar kláru royndir, skrivar Betri Trygging í dag, sum farnu vikuna hevur sett sjóneykuna á javnstøðu í sambandi við Altjóða kvinnustríðsdagin 8. mars.

 

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging