- Hetta er fimtu ferð eg eri á Summar Festivalinum. Eg eri altíð her, tá eg eri heima.
Tað sigur 20 ára gamli Hans Jákup Abrahamsen, ið heldur at Summar Festivalurin er eitt sindur øðrvísi enn aðrir festivalar.
- Stemningurin her er øgiliga góður. Eg haldi tað er tað, at tað ikki bara eru ung fólk her, men eisini nógvar familjur. So tað er róligari enn á Voxbotn og G!
Tó at stemningurin er betri enn á øðrum festivalum, so heldur hann at nøvnini kundi verið betri.
- Eg gleði meg til Lukas. Eg verið til Roxette fríggjakvøldið, men tað er ikki akkurát nakað, ið eg gleði meg til. Sum heild eru nøvnini góð, men eg sakni Teitur og Eivør. Swangah Dangah, Rock Legends og Marius eru tó eisini nøkur fín nøvn, sigur Hans Jákup Abrahamsen at enda.