Ein maður, sum arbeiðir á einum norskum oljupalli í vietnamesiskum sjógvi, sigur, at hann sá eitt flogfar datta niður í havið fríggjakvøldið okkara tíð.
Michael Jerome McKay, sum arbeiðir á pallinum Songa Mercur, hevur boðað vietnamesisku myndugleikunum í Malaysia frá tí, sum hann sá.
-Eg haldi, at eg sá flogfarið hjá Malaysian Airlines detta niður, og tíðin passar, skrivar Michael Jerome McKay til myndugleikarnar. Hann skrivar eisini, at eldur var í flogfarinum, men at flogfarið sá út til at vera heilt, og at eldurin slóknaði, meðan flogfarið framvegis var høgt uppi í luftini.
Malaysisku myndugleikarnir kunngjørdu í dag, at leitingin eftir tí horvna flogfarinum heldur fram. Talsmaðurin hjá loftferðslumyndugleikunum segði á tíðindafundi, at allir møguleikar verða kannaðir. Tí verður leitað á sjónum bæði eystan og vestan fyri Malaysia og uppi á landi.