Til seinasta løgtingsval setti Heidi Petersen í Vestmanna sær fyri, at tað var seinastu ferð hon stillaði upp á hesum sinni.
Hon fekk so gott væl, at hon var nummar tvey varalimur og kom tí í tingið undir CHE-samgonguni. Aftaná hevur hon onkuntíð verið inni sum eykafólk.
- Eg stillaði upp tá, tí at eg helt meg enn hava nakað at geva, men eg helt fast i avgerðina, at hetta valskeiðið var mítt seinasta, sigur Heidi Petersen.
Tað vóru helst fleiri orsøkir til, at hon tók avgerðina.
- Ikki tí, mær dámdi væl, og tað var eitt spennandi arbeiði. Eg haldi, at sjálvt í andstøðu bar væl til at hava ávirkan og at seta fokus á mál, sum eg helt hava stóran týdning í samfelagnum.
Men tingarbeiðið er strævið og krevur nógv bæði av politikaranm sjálvum og familjuni. Tað fer við nógvari tíð og missir nógvar løtur saman við familju og vinum.
Ov nógv persónlig áhugamál
- Eg haldi, at tað gongur ov seint. Tað átti at borið til at gjørt semjur um týdningarmikil mál, sigur Heidi Petersen, sum hevur sínar hugsanir um, hví alt gongur so seint.
- Tað eru alt ov nógv persónlig áhugamál. Politikarar ganga í síni egnu verð, og tað ger arbeiðið lítið áhugavert. Fólk gloyma, hvi tey eru í tinginum. Tað endar við, at tú sjálv ger tað sama, tí tað ræður um at vera sjónlig. Fokusið flytur frá málunum til persónar, og tað er alt annað enn gott, sigur Heidi Petersen.
Henni dámar væl regluna hjá danska Eindarlistanum um, at eingin skal sita í tinginum meira enn tvær setur á rað.
- Tað hevði verið sunt við eini slíkari reglu í Føroyum, tí vistu fólkini, hvat tey høvdu at gera. Eg havi eisini nevnt hetta í mínum egna flokki.
Heidi Petersen sigur, at fyri tað um hon ikki stillar upp hesa ferð, hevur hon ikki sagt, at hon kanska roynir aftur eina aðra ferð.










