Hví átók tú tær at verða leiðari fyri Reyða Kross handlinum?
Fekk starvi í boðið, júst tá eg fór frá sum skúlaleiðari, og eg helt tað ljóða spennandi og avbjóðandi.
Hvørjar eru tínar uppgávur í tí sambandi?
Uppgávurnar eru mest organisatoriskar - gera arbeiðsætlanir, ársætlanir, søluátøk og annars hava ábyrgdina av, at fólk er til handilin.
Vitja nógv fólk handilin?
Eitt sindur ójavnt, alt eftir árstíðíðunum, eitt nú er nógv vitjan um summarið, tá ferðafólk vitjar landi – og so serliga til jóla – men alt í alt kemur nógv fólk á dyr – í øllum aldri ?
Tú undirvísir framvegis hóast tú ert farin frá – Hví?
Tí mær dámar so væl at undirvísa !!
Hvussu heldur tú teg í form?
Lat meg heldur siga, at eg havi altíð eina ætlan at koma í betri form ?
Hvat ger tú í frítíðini?
Rokist altíð við okkurt! Mær dámar sera væl at gera mat, eg máli eitt sindur, lesi eina rúgvu og havi barnasjónleikarskúla
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ov lítið ?
Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól á strondini ella til aktiva feriu?
Aktiva feriu –helst í Norðurlondum - havi ongantí verið sólferiu sunnanfyri
Hvat er tín lívrættur?
Hatta er ein ringur spurningur, mær dámar alt – men gott langtíðarstokt lambskjøt og heimagjørdur ísur omaná, tað er ikki so galið ?
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Føroyskum sendingum, tíðindum og krimi
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Tað kemur ann uppá lagi, annars dámar mær sera væl fólkatónleik og lættan jazztónleik.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Beint nú liggja tvær : Eag V. Hansen :Læsetrappen (ein bók um at læra børn at lesa) og Helene Tursten : Det lunefulde net (ein krimi)