Eg risikeri ikki at stilla upp til Løgtingið

Tí risikoin at blíva valdur er so stór, og tað vil eg ikki.

Tí risikoin at blíva valdur er so stór, at tað risikeri eg ikki.

 

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings-, fólkatings- og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi.

 

Í Tjóðveldi siga tey í dag, at listin við teimum higartil 28 valevnunum ikki enn er endaliga liðugur. Seinasta freist at lata listan inn er týsdagin. Tí hevur verið gitt, at Tórbjørn Jacobsen verður á listanum kortini, hóast hann hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp.

 

– Eg veit ikki hví, fólk blíva við at spyrja. Men eg boðaði longu frá á fyrsta uppstillingarfundi, at eg stilli ikki upp, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

– Eg trívist so væl í mínum starvi í tí maritima umhvørvinum, at eg tími rætt og slætt ikki verða løgtingsmaður. Tað er fantastiskt aftur at arbeiða millum fólk í maritima umhvørvinum, sum er eitt heilt annað fólkaslag, sigur fyrrverandi landspolitikkarin, sum sigur seg stórtrívast uttan fyri landspolitiska leikpallin.

 

Tórbjørn Jacobsen gjørdist løgtingsmaður í 1998, tá hann tók sæti sum varamaður fyri Signar á Brúnni, sum tá var landsstýrismaður. Hann tók við sum landsstýrismaður í 2000, tá Signar á Brúnni fór frá sum landsstýrismaður. Tórbjørn Jacobsen varð valdur á ting í 2002, í 2004 og í 2008. Hann stillaði ikki uppaftur á valinum í 2011. Hann var fólkatingsmaður sum varamaður fyri Høgna Hoydal frá 2001-2004.

 

Umframt at vera havnarmeistari í Runavík, so er Tórbjørn Jacobsen eisini býráðslimur í Runavíkar kommunu.