Í fjør rann Jonhard Larsen langa teinin úr Klaksvík til Havnar, við tí fyri eyga at savna inn pening til Alzheimer-felagið. Eitt felag, ið stendur hjarta hansara nær, tí fyri 10 árum síðani fekk mamma Jonhard staðfest alzheimers, bert 62 ára gomul.
Stuðulsrenningin var væl eydnað, og í ár endurtekur Jonhard 77 kilometra túrin, men hesu ferð rennur hann úr Havnini og heim til Klaksvíkar. Soleiðis endar hann hendan kapittulin, greiðir hann frá í samrøðu, sum er at lesa í Vikuskiftis Sosialinum í morgin.
Eisini hugleiðir Jonhard Larsen um týdningin av mammudegnum, sum er sunnudagin 14. mai. Hóast hann ikki neyðturviðiliga tekur undir við kommersiella partinum av degnum, so hava lívsroyndir hansara lært hann, at familjan er tað, sum er umráðandi í lívinum, og hana mugu vit minnast til at seta tíð av til.