Dómarin hevur fyri fýra minuttum víst á, at tað verða lagdir fimm minuttir afturat vanligar leiktíð í oddadystinum í bestu kvinnudeildini á Argjum millum AB og KÍ. Støðan er 1-1 og tað kunnu AB kvinnurnar ikki brúka til nakað, tí tær eru fimm stig aftanfyri KÍ á stigatalvuni.
Tí trýsta AB kvinnurnar fyri at fáa avgerandi málið, men KÍ hóttir við skjótum mótálopum. Tað er í tí seinasta av hesum mótálopunum, at bólturin dettur fyri føturnar á Rannvu B. Andreasen. Stødd nakað í vinstru síðu leggur bóltin til vinstrabeini og smekkar til úr 25 metrum. Lotið er undan og bólturin fer við nógvari ferð upp í nærmasta mál horn til stóra gleði fyri kvinnurnar í bláum. Rannvá B. Andreasen hevur enn eina ferð avgjørt ein dyst og eitt FM heiti fyri KÍ.
Gylta vinstra beini
Rannvá B. Andreasen helst besti føroyski kvinnuligi fótbóltsleikarin seinastu 12 árini, hevur saman við KÍ hevur verið á toppinum í føroyskum kvinnufótbólti síðani 1999.
– Eg visti beinanvegin tá eg rakti bóltin, at hann fór í mál. Eg rakti hann forbannað gott, sigur ein glað Rannvá B. Andreasen eftir dystin á Argjum.
Við sigrinum leggur KÍ seg á odda við átta stig nú tað mangla fýra dystir. Tað er tí nógv, ið bendir á, at KÍ verður FM vinnari fyri 12. ferð á rað.
– Nú verða vit føroyameistarar, vónandi fáa tað endaliga staðfest sunnudagin, sigur Rannvá B. Andreasen, meðan fleiri fólk koma yvir til hana og ynskja henni til lukku við sigrinum.
»Vit bíðaðu eftir AB«
Undan dystinum var KÍ fimm stig frammanfyri AB. AB kundi við at vinna fimm teir seinastu dystirnar vinna FM, tí tveir av teimum vóru ímóti KÍ. Hinvegin, so kundi KÍ við javnleiki halda frástøðuna niður til AB og framvegis hava ráð at tapa dystin í Klaksvík móti AB seinni í ár.
– Vit bíðaðu bara eftir AB í dag. Lótu tær kom niðan á miðjuna og vit vita, at tað kann blíva tunt í verjuni hjá teimum, tá vit fanga tær langt frammi á vøllinum, sigur Rannvá B. Andreasen.
Í nógvar mátar minti dysturin nógv um steypafinaluna, ið KÍ vann við einum málið. AB hevði leikliga yvirvág, men megnaði í ov lítlan mun at skapa greiðar málmøguleikar.
– Tær skapa ongan veruliga málmøguleika. Verjan hjá okkum bakkar væl upp, tá tær spæla upp gjøgnum síðuna, meðan verjan bakkar tá skjótu leikarar hjá teimum fáa bóltin, sigur Rannvá B. Andreasen.
Hendingarík byrjan
Dysturin er bara tríggjar minuttir gamal, tá Sofía Purkhús leggur KÍ á odda. Verjan hjá fær ikki ruddað vekk og so stendur skjóti KÍ framherjin brádliga púra leys og leggur KÍ á odda.
Tá dysturin er tíggju minuttir gamal, sjey minuttir seinni, setur Mona Breckmann fer á og kemur inn í KÍ brotsteigin. AB liðskiparin leggur bóltin innfyri úr høgru. KÍ verjan er óheppin og beinir bótin í egið mál. 1-1 og FM vónin hjá AB livir enn.
Yvirvág, men
ongir møguleikar
Tað sum eftir er av dystinum spæla AB kvinnurnar væl tveir teir fyrstu triðingarnar av vøllinum, men megna ikki at umseta tað til málmøguleikar. AB hevði nøkur farlig hornaspørk og eitt gott fríspark frá Hellen Haraldsen, men Randi Wardum bjargaði.
Serliga miðvøllurin hjá AB við Doris í Garði, Astu Magnussen og Silju á Borg royndist væl. Sjáldan hevði KÍ ræði á miðvøllinum, men seinasta avlevering manglaði.
AB kempaði fyri sínum seinasta FM møguleika til tað seinsta sparkið í dystinum, sum Rannvá B. Andreasen skjeyt í endanum av 94 minutti, tá brast FM vónin hjá AB.
- - -
Rannvá B. Andreasen:
Sambært fótbóltshagtalssíðuni, farocsoccer.com, so hevur Rannvá B. Andreasen spælt 252 dystir síðani hon á fyrsta sinni spældi í 1995. Í teimum dystinum er tað blivi til heili 390 mál í bestu føroysku kvinnudeildini.
Tað er áleið 1,5 mál fyri hvønn dyst. Samanlagt hevur Rannvá B. Andreasen í landskapping, steypakapping og Evropa skorað 498 mál í 352 dystum. Tað má verða eindømi í føroyskum fótbólti.