Tit kenna kanska kensluna - tá ein sær ein kendan persón ella ein, ið ein hevur stóra virðing fyri - beinini gerast til gelé og summarfuglarnir leika í í búkinum.
Eg havi uppliva tað nakrar ferðir: Tá eg skuldi gera eina samrøðu við Carolu - tá Will Smith kom inn í sama rúm sum eg var í - og tá eg skuldi samanføra dólgarnir á jólum 2009.
Tey fyrstu bæði gingu uppá stás. Samrøðan við Carolu bleiv góð, og Will Smith var so upptikin av øllum blondinunum rundan um seg og sá ikki, tá eg royndi at geva honum eitt blendandi smíl!
Verri var tað við dólgunum. Eg helt at tað ljóðaði sum eitt frálíkt hugskot at samanføra teir tríggjar, Ega Dam, Hans Jákup Hermansson og Erling Eysturoy, tá røðin aftur var at síggja í jólakalendaranum. Teir vóru við uppá hugskotið, men tað var eitt sindur torført at finna eina tíð, sum passaði øllum. Vit broyttu nakrar ferðir og hvussu tað nú var, so fekk Erling ikki tey seinastu boðini...
Erling, sum starvast sum chafførur kom uppá prikkin kl 17 inn í Miðlahúsið. Hann tivaði næstan og hevði skundað sær.
Eg hugdi bilsin upp, tí tað var ikki meiningin, at teir skuldu koma fyrr enn kl 18.
Erling bleiv í øðini. Hann hevði lagt allan dagin um fyri at náa samrøðuna við hinar dólgarnar, hevði skundað sær og noyddist aftur til arbeiðis um kvøldið, tí hann ikki kláraði at gerast liðugur áðrenn kl 17 - og har stóð eg. Hevði onga góða forkláring og besti dólgurin Bjartur - fantastiski Erling Politistur - ERLING var óður við MEG!
Eg ristist sum eitt bókablað. At Erling var illur, var verri enn at Carola hevði langað rørið á, ella at Will Smith hevði gálvað eftir mær.
Skelkað fór eg yvir aftur til telduna og vónaði ikki, at alt arbeiðið at savna teir tríggjar var til fánýtis.
Erling fór út. Egi og Hans Jákup komu, og eg kom niður á jørðina aftur. Tað gjørdi Erling eisini, tá hann kom aftur nýbrúsaður og í reinum klæðum. Samrøðan bleiv gjørd bæði til Rásina og Sosialin - og teir tríggir vóru júst so fittir og stuttligir, sum eg hevði væntað mær.
Dólgurin í hesum føri var eg.