Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja!
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Eg lesi ofta spenningsbøkur, danskar, svenskar og eisini íslendskar.
Tað sigur Hanus Vang.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Vitanarslóðin (Páll Poulsen), Silkefejden (Victoria Holt) og Gamla Testamenti (Jobsbók).
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Ja, men eg havi ikki pláss fyri fleiri bókum, so eg noyðist at fara at rudda og skilja. Men, so er tað, hvat eg geri við bøkurnar, sum pláss ikki er fyri.
Hanus Vang heldur fyri, at kanska kunnu onkrar bøkur fara til Reyða Kross.
- Tað er helst einasti møguleiki. At brenna bøkur haldi eg er ódámligt, leggur hann aftrat.