Andrias Petersen í Gøtu kom inn í politikk í 1994. Hann hevur verið landsstýrismaður, virkin i kommunalpolitikki og sitið í løgtinginum.
Nú er hann 64 ára gamal og hevur valt at leggja frá sær. Hann stillar ikki uppaftur.
Andrias Petersen er kommunulækni, og hann hevur javnan havt farloyvi úr tí starvinum fyri at røkja tingarbeiðið.
- Eg var so heppin í fleiri ár at hava fastan avloysara, men tað havi eg ikki longur. Tað vísir seg at vera torførari og torførari at fáa avloysara fyri stutt tíðarskeið, og tí kendi eg meg noyddan at velja. Eg ætli mær at vera lækni í trý ár, sigur Andrias Petersen.
Tað er í øllum góðum, at hann nú fer úr politikki.
Gongur betur
Hann hevur havt áhuga fyri politikki, líka síðan hann var stórur smádrongur, og áhugin er hin sami.
- Tað er útrúligt, so nógv samfelagið er síðan 50-árini, og tað er útrúliga stórur munur á, hvussu nógv betri øll hava tað nú, sigur Andrias Petersen.
- Nú kunnu yngri kreftir taka yvir, og tað fara tey eisini at klára væl.
Hann heldur, at politiskt eru bæði fyrimunir og vansar við at vera eitt so lítið samfelag. Tað tekur ikki langa tíð frá tí, at ein trupulleiki verður staðfestur, til hann verður loystur. Hin vegin kann tað eisini ganga í so skjótt. Ein politikari fær eitt hugskot, og bara tríggjar seinni viku er lógin samtykt. Hetta ber ikki til aðrastaðni.
Okkara landsumsiting er so mikið ung enn, at henni vantar royndir, men hon mennist í hvørjum, tí tað koma alla tíðina dugnalig fólk heim við royndum úr øðrum londum, sigur Andrias Petersen.