Gemma Adams, Tania Nicol, Anneli Alderton, Paula Clennell og Annette Nichols vórðu funnar myrdar uttan fyri enska býin Ipswich í desember í fjør. Líkið av teirri 25 ára gomlu Gammu Adams varð funnið tann 2. desember. Seks dagar seinni fann løgreglan líkið av 19 ára gomlu Tania Nicol, og teir næstu dagarnar fann løgreglan líkini av hinum trimum kvinnunum.
Nakrar dagar seinni tók løgreglan ein mann og skuldsetti hann fyri morðini. Tað vísti seg kortini, at hann var ósekur, og soleiðis var eisini við tí næsta manninum, sum bleiv settur í samband við morðini.
Beint fyri jól kom løgreglan fram á tann 48 ára gamla Steve Wright, og hóast hann segði seg vera ósekan, hevur hann sitið í varðhaldi síðani. Í gjár byrjaði rættarmálið ímóti honum. Løgreglan hevur ákært hann fyri at hava myrt tær fimm kvinnurnar í Ipswich, men í rættinum endurtók Steve Wright, at hann er ósekur.
– Tað var ikki eg, sum myrdi tær, segði hann, tá hann bleiv spurdur, um hann segði seg sekan ella ósekan.