Eg misti púrasta vitið
Tað sigur eldri maðurin, sum annars niður í smálutir greiddi frá tí, ið gekk fyri seg í hansara heimi.
Hann vaknaði við, at unga gentan kom innar á kamarið hjá honum og konuni, og hann segði, at unga gentan legði seg á høvdalagiðaftan fyri konuna.
Lítla løtu seinni - kanska 12 sekundir, metti maðurin - kom ákærdi inn aftaná henni og legði seg inn yvir konuna. Hann greiddi frá, at konan beinanvegin rópti, at hann hevði stungið seg.
Hann leyp tá úr seingini, men komin á fótalagið aftan fyri seingina, sortnaði fyri honum, og hann visti ikki hvussu leingi hann hevði staðið har. Men knappliga stendur hann andlit til andlits við ákærda, sum vendir sær við og vendir bakið til vitnið.
Hann smekkaði tá nevan í nakkan á ákærda, sum hoyknaði eitt sindur, men síðani fór beina leiðina úr kamarinum og út.
Konan rópti tá á hann um at ringja 1-1-2, og hann so gjørdi. Hann greiddi frá, at hannfór úr kamarinum og hugdi yvir fjørðin og hann sá ákærda fara gangandi róliga yvir móti demninginum og síðani yvir um.
Tá hann hugdi niður fyri seg sá hann, at gólvið fleyt í blóðið, og tástaðni varanaðist hann, at hann sjálvur var stungin. Hann visti ikki nær, men gekk út frá, at tað var meðan hann stóð sum frystur.
Hann fór úr skjúrtuni, hann var í, og turkaði sær við henni, og fór so niður undir í køkin. Politiið var skjótt á staðnum, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn sjúkrabilurin eisini var har. Hann kom síðani á sjúkrahúsið, har hann stutt eftir varð lagdur undir skurð.
Hann fekk seinni at vita, at var hann ikki komin so skjótt undir læknahond, stóð lívið neyvan at bjarga.
Leo Poulsen fylgdi málinum.