##med2##
At smittutrýstið hevur verið skjótt vaksandi nú aftaná jól og nýggjár, kemur ikki óvart á Pál Weihe, yvirlækna og koronu-ráðgeva.
– Eg hugsi, at vit fara upp eftir komandi dagarnar. Hetta verður lagið í januar, sigur Pál Weihe við FM1.
Í gjár vóru heili 279 tilburðir staðfestir, sum er met, og fyrradagin var var talið 247, sum eisini var met tá.
– Eg meti ikki, at tað ber til at steðga smittuni nú. Hon kemur at fara okkara millum, og tað er bara ein spurningur um, hvussu skjótt hon fer, sigur Pál Weihe, og vísir á, at tað eisini snýr seg um, hvørji tálmandi átøk vit gera, so ov nógv ikki verða sjúk í senn.
Pál Weihe stúrir fyri, hvussu høgu smittutølini fara at ávirka røktarsektorin, sjúkraverkið og vinnuna. Í løtuni eru 1205 smittað við koronu.
– Vit hava góða grund til at royna at tálma tí, soleiðis at vit fáa sjúkuna at fara spakuliga um land, sigur hann í tíðindunum á FM1 seinnapartin.
Hoyr alla samrøðuna við Pál Weihe, sum Árni Gregersen gjørdi á FM1, við at trýsta á pílin undir myndini. Yvirlæknin greiðir eisini frá, hvussu omikrom frábrigdið er, og hvørji líkindini eru fyri hópimmuniteti í næstum.