Eg luttaki, og soleiðis eri eg bara!

Havnagentan Heiða G. Nolsøe býr í Danmark, og lesur sivilverkfrøði. Hon er best kend í Føroyum fyri Dropbucket, sum er ein einnýtis ruskspann. Hesa ruskspannina uppfann Heiða á sínum fyrsta semestri á DTU, og hevur síðani arbeitt við at víðka og marknaðarføra ruskspannuna.

Havnagentan Heiða G. Nolsøe býr í Danmark, og lesur sivilverkfrøði. Hon er best kend í Føroyum fyri Dropbucket, sum er ein einnýtis ruskspann. Hesa ruskspannina uppfann Heiða á sínum fyrsta semestri á DTU, og hevur síðani arbeitt við at víðka og marknaðarføra ruskspannuna. Dropbucket hevur verið nýtt á festivalum í Danmark og í Føroyum síðani 2013. Íverksetin Heiða hugleiðir um árið sum fór.

 

Hvør var størsta upplivingin hjá tær í árinum sum fór?

Stórsta upplivingin var heilt víst tá ið vit vunnu tituIin Ársins Kvinnuligi Íverkseti í Danmark. Eg hevði ikki roknað við, at vit fóru at vinna og tað kom sum eitt ordans sjokk. Tað var eisini stórt at blíva bachelor í summar.

 

Hvør var størsta upplivingin hjá tær á arbeiðsøkinum við Drupbucket?

Tað var stórt, tá vit fingu peningaíløgu frá Pf Royndini uppá 1.3 milliónir. Eisini var tað ein stór uppliving, tá ið DropBucket vann ein ScanStar prís sum besti pakkningur í Skandinávia. Sum heild hevur tað verið eitt gott ár á arbeiðsøkinum, har vit eru í samrøðu við nógvar áhugaverdar keyparar og samstarvsfelagar.

 

Hvat vilt tú helst gloyma í árinum sum fór?

Eg veit simpulten ikki. Eg havi onki sum eg vil gloyma, sum so. Árið hjá mær hevur verið ómetaliga eydnuríkt. Eg vil møguliga gloyma onkrar keðiligir tímar, tá eg havi lisið til royndir, og tungar roknibøkur, sum hoyra sivilverkfrøðini til.

 

Hvar finnur tú íblástur til virkna luttøku í samfelagnum?

Eg luttaki, og soleiðis eri eg bara! Vinirnir eru virknir, og í familjuni tosa vit nógv um íverksetan og samfelagsviðurskifti. Í Danmark havi eg verið virkin í kjakinum um ein universitetsreform, sum skal setast í gildi í septembur 2015, og sum eg rokni við fer at forða lesandi at gera egið virki. Eg fái ikki ordiliga latið vera við at luttaka.

 

Hvat manglar millum ungu íverksetararnar í Føroyum?

Eg eri ikki nóg nógv í Føroyum til at hava gott innilit, men sum heild rokni eg við, at ung ikki halda tey bara skulu byrja. Men tú skal byrja onkrastaðni. Fyri mær sýnist tað sum um, at íverksetan er sett meir í brennideplin í seinastuni, og fólk eru varug við hetta. Tað gleðir meg nógv.

 

Hvussu skulu ungir íverksetarar bera seg at, um teir vilja fremja eitthvørt?

Man skal hoppa út í tað! Fólk hugsa ofta, at tað er servitan sum skal til, men tað er tað ikki neyðturviliga. Oftast handlar tað bara um, at taka telefonina og ringja. Ikki vera bangin fyri at brenna fingrarnar, men bara finna rætta persónin, ella persónar, sum gera mun.  Tað er eisini týdningarmikið  at finna samstarvsfelagar, har førleikarnir eru stuðlandi, heldur enn teir somu sum tínir. Tað skapar dynamikk og framdrift í samstarvinum.

 

Hvørji ynski og mál hevur tú fyri 2015?

Eg havi nógv spennandi mál og ynskir fyri Dropbucket. Vit skulu út um landoddarnar, og eisini vaksa sum fyritøkuna. Vit skulu finna agentar at selja DropBucket í grannalondunum. Eisini vil eg vitja mammu mína, sum býr í Barcelona, og vitja familjuna í Føroyum meira.

Eg vóni at 2015 verður líka stuttligt sum 2014, og at eg fari at minnast afturá 2015 á sama hátt sum 2014 – sum eitt virkið og spennandi ár!