Eg lumpi ongan

Løgmaður heldur ikki, at Jóannes Eidesgaard hevur nakra orsøk til at kenna seg snýttan. Ætlanin er framvegis at finna eina breiða parlamentariska semju áðrenn samráðingaruppleggið um ríkisrættarligu støðuna fer í Uttanlandsnevndina

? Er Jóannes Eidesgaard lumpaður, so er samgongan eisini lumpað, tí enn havi heldur ikki viðgjørt nakað samráðingarupplegg við samgonguna enn. Eg lumpi ongan og heldur ikki Jóannes Eidesgaard, tí í politikki krevst, at tú livir meira enn ein dag.

Løgmaður heldur ikki, at Jóannes Eidesgaard skal vera bangin fyri, at fullveldisætlanin verður trumfað ígjøgnum í uttanlandsnevndini. Hann ætlar sær framvegis at arbeiða fyri at fáa eina so breiða parlamentariska semju sum møguligt, og hetta ætlar hann at gera áðrenn málið fer í uttanlandsnevndina. Málið er bara ikki komið so mikið langt enn, at tað ber til at fara at tosa við flokkarnar.


Uppleggið liðugt fyrst

Løgmaður vísir á, at tað er neyðugt, at samráðingaruppleggið verður liðugt áðrenn farið verður undir at breiðu semjuna, tí annars er ikki nakað at kjakast út frá.

? Sjálvandi skulu vit hava eina politiska viðgerð av samráðingarupplegginum, tá landsstýrið er liðugt at gera tað. Tað snýr seg nevniliga um at finna ein parlamentariskan meiriluta, sum møguligt, sigur løgmaður og vísir á, at tað í hesum málinum ikki er nóg mikið, at samgongan er samd, men at so stórur partur av andstøðuni, sum møguligt eisini tekur undir við tí.

Løgmaður sigur, at tað fyrst og fremst er hansara skylda at finna ta breiðu semjuna, talan er um, og tað ætlar hann sær eisini at arbeiða fyri.

Anfinn Kalsberg sigur, at talan helst ikki verður um eitt orðaskifti um samráðingaruppleggið, tá tað er liðugt. Men hann fer á ein ella annan hátt at syrgja fyri at finna teirri parlamentarisku semjuna, sum hann heldur vera neyðuga.

? Eg vil enn einaferð staðfesta, at eg heilt klárt fari at leggja meg eftir at royna at fáa so stóra parlamentariska undirtøku, sum møguligt, til okkara samráðingarupplegg, sigur løgmaður avgjørdur.


Skal í uttanlandsnevndina

Samráðingaruppleggið skal tó í uttanlandsnevndina, men hetta merkir, sambært løgmanni, ikki at tað ikki verður viðgjørt fyrr enn tað er komið í nevndina.

? Sambært stýrisskipanarlógini, er greitt, at í øllum tíðandi málum, ið hava samband við útlond, skal landsstýrið ráðføra seg við løgtingsins uttanlandsnevnd, og tað skal sostatt eisini gerast í hesum førinum.


Tíðarætlanin heldur ikki

Høgni Hoydal og løgmaður hava fyrr ført fram, at málið er at byrja og enda samráðingarnar við donsku stjórnina í ár. Men løgmaður ásannar, at hendan tíðarætlan ikki fer at halda. Tað heldur hann kortini ikki hevur so nógv at siga, tí tað ræður um at fáa eitt so gott samráðingarupplegg, sum møguligt.

? Málið skal taka tað tíð, tað tekur. Vit verða ikki klárir í ár, men vit royna at gera samráðingaruppleggið klárt, so skjótt, sum til ber.

Løgmaður væntar, at uppleggið verður klárt til orðaskiftis einaferð í seinna enda av næstu viku.