Eg leggi kongin!

Eftir at hava tosað við familjuna hjá mær um vikuskiftið, eri eg komin til ta niðurstøðu, at frægast er fyri okkum øll, um eg gevist sum borgarstjóri í Sands Kommunu.

Kenni meg ikki sekan í teimum ákærum, sum eru settar móti mær, men kann ikki liva við, at familjan eg havi kær, ferð aftan á ferð verður drigin gjøgnum fjølmiðlakvørnina saman við mínum politiska persóni. Vit orka snøgt sagt ikki meira.

Ei heldur er tað rímiligt, at Sandbygd ferð aftan á ferð verður fjølmiðlastemplað sum eitt klandurshol. Veruleikin er, at her er eitt paradís at búgva hjá teimum flestu, og havi eg kent tað sum ein heiður at staðið á odda fyri menningini av kommununi seinastu átta árini.

Hóast ógvuliga truplar fortreytir, so hevur eydnast okkum sum búgva her, at ment bygdina munandi hesi árini. Mest ítøkiligu úrslitini eru nýggi barnaskúlin, nýggja kommunuskrivstovan, og slóðanin fyri ítróttarhøllini. Uttan framúr sandsvinir høvdu vit ikki reist nýggja bókasavnið og listasavnið. At skuldin í sama tíðarskeiði er goldin úr 40 milliónum niður í 23 er somuleiðis nøktandi.

Til mínar góðu politisku starvsfelagar, stillarar og mínar trúgvu veljarar, kann eg bert siga, at eg eri ómetaliga harmur, men vóni at tit skilja støðuna hjá mær og familjuni.

Kenni at eg havi givið alt tað, sum eg dugi og orki í royndini at menna bygdina til ein liviligari stað og eri sannførdur um, at tey úrslit, vit hava skapt saman, við tíðini gerast størri enn vit geva okkum far um í dag.

Vónaði til tað síðsta, at úrslitið á kommunuvalinum og breiða samstarvið í kommunustýrinum, fór at kunna sameina bygdina aftur, men so tykist ikki vera.

Ongin persónur er oman fyri felagsskapin, og tað er tí í vónini um, at sjógvarnir slættast, og at bygdin finnur stevið framá, at eg leggi frá mær.

Skal eg koma við einum boði upp á komandi borgarstjóran á Sandi, so verður tað Olga Fossdalsá. Á tann hátt hevði veljarans tala fyri virðunum á Lista C hóast alt vunnið frama.

Avgerðin verður framd í verki á einum komandi kommunustýrisfundi.