– Eg visti væl, at eg ikki fór at doyggja av tí, men kortini var eg heilt har niðri, at eg hugsaði um jarðarferðina, hvør skuldi koma til hana, og hvørjar sangir skuldu syngjast, greiðir Sigrún Brend frá.
Orðini »tú hevur krabbamein« gera nakað við ein persón í bestu árum. Hóast tú veitst, at tú ikki fert at doyggja, so kanst tú lættliga fara har út sum krákurnar venda reint sálarliga.
Tað gjørdi Sigrún Brend eisini, hóast hon í fyrstu syftu tók tað ógvuliga avslappað.
Boðini komu til ein dyst millum Kyndil og Neistan.
Í Sosialinum í dag er samrøða við Sigrún Brend, kringvarpskvinnu, sum fyrr í ár varð skorin fyri krabbamein í andlitinum. Hon greiðir frá, hvussu tað var at fáa boðini, hvussu tað var at siga familju og vinum frá, at hon hevði fingið krabbamein. Hon greiðir frá viðrgerðini á Landssjúkrahúsinum, og at hon í dag er frísk, hóast týðuliga arrið í kjalkanum hjá kendu sjónvarpskvinnuni.
Samrøðan kann lesast í Sosialinum, sum fæst í blaðsølunum í dag. Blaðið kann eisini keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo