- Tað var Madeleine. Hon var saman við trimum monnum og einari kvinnu. Kvinnan var ljóshærd, og ein av monnunum líktist Robert Murat, sigur hýruvognaførarin við eitt portugisiskt blað.
Tann 67 ára gamli Antonio Castela ringdi til løgregluna longu dagin eftir, at Madeleine hvarv. Hann greiddi løgregluni frá, at hann var heilt vísur í, at hann hevði havt ta horvnu gentuna í bili sínum kvøldið fyri. Frágreiðing hansara bleiv tó ikki tikin í álvara, tí hon samsvaraði ikki rættiliga við tað, sum foreldrini hjá Madeleine McCann høvdu sagt við løgregluna.
Antonio Castela sigur, at tey fýra fólkini við smágentuni steðgaðu sær um áttatíðina um kvøldið við Monte Gordo. Tey bóðu hann koyra til eitt hotell í Algarve, har tey fóru úr bilinum. Hesin túrurin tók umleið eitt korter. Antonio Castela sigur, at hann sá fólkini fara í ein bláan jeep, og at tey koyrdu avstað.
Smáar tveir tímar seinni, klokkan tíggju um kvøldið, boðaðu Garry og Kate McCann løgregluni frá, at Madeleine var horvin.
Kendi hana aftur
Portugisiski hýruvognsførarin er sannførdur um, at tað var Madeleine McCann, sum var í bili hansara um kvøldið tann 3. mai í fjør. Hon var í ljósareyðum náttklæðum, og ein av monnunum sat undir henni alla tíðina.
-Tá eg sá tíðindini í sjónvarpinum og myndina av gentuni, kendi eg hana aftur beinanvegin, og segði við konu mína, at hasa gentuna hevði eg í bilinum kvøldið fyri, sigur Antonio Castela.
Hann greiðir frá, at hann fór til hotellið, har hann hevði sett gentuna og fýra fólkini av, tí hann helt, at kanska hevði hotellið myndatól, sum høvdu avmynda gentuna og tey fýra. Tað vísti seg, at hotellið hevði myndatól, men at tað var í ólagi.
-Eg segði løgregluni frá øllum, men teir tóku ikki frágreiðing mína í álvara og søgdu, at eg mátti hava mistikið meg. Men eg eri vísur í, at tað var Madeleine, sigur Antonio Castela.
Bretskur bilur
Hýruvognsførarin minnist eisini, at tá hann steðgaði uttan fyri hotellið, spurdi ein av monnunum á enskum máli, hvussu nógv hann skuldi hava fyri túrin. Hann legði eisini til merkis, at jeepurin, sum tey fóru í, hevði bretskar nummarplátur.
Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at seinasta vikuskiftið boðaði ein maður í Bretlandi løgregluni har frá, at hann hevði havt vitjan av einum pari, sum skuldi keypa nakrar gamlar møblar frá sær. Tey bæði fólkini høvdu eina smágentu við sær, at maðurin er sannførdur um, at tað var Madeleine McCann.