Eg komi næstan altíð á mál

- Eg ætli mær ikki at lova nakað, eg ikki klári at halda, sigur Bjarni Hammer, nývaldur býráðslimur á Tvøroyri

- Eg havi ikki lovað so nógv upp undir valið,tí eg ætli mær ikki at lova nakað, eg ikki klári at halda.
Bjarni Hammer er nývaldur býráðslimur á Tvøroyri.
Hann sigur, at ístaðin fyri at tosa um ítøkilig mál, ætlar hann sær heldur at taka mál upp, so hvørt tey stinga seg upp og arbeiða heilhjartaður fyri teimum.
- Ístaðin fyri at fara til val upp á ítøkilig lyfti, fór eg til val upp á at vera tann, eg eri, sigur hann.
- Og tann, eg eri, er ein, ið arbeiðir 100% fyri teimum málum, eg fari í holt við – og eg komi næstan altíð á mál við teimum, sigur Bjarni Hammer.
Kortini viðgongur hann, at ítrótturin stendur hansara hjarta nær.
- Ítróttarfeløgini er Føroya størsti barnansingarpláss. Munurin er bara, at har arbeiða pedagogarnir fyri einki og teir hava allan stuðul uppibornan, sigur Bjarni Hammer.