Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin á Sandi.
Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?
- Ja, tað verður eingin kirkjugongd.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Jólaaftan á middegi verður turr grind, turrur fiskur og turrsaltað spik. Um kvøldið verður dunna. 1. jóladag verður tað ræst kjøt, og 2. jóladag verður tað fleskasteik.
Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi bara eina jólagávu, og hon er til konuna. Konan avgreiðir allar hinar, sigur Eggaba Andreasen.