Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, helt jólaaftan heima saman við báðum børnunum, svigerbørnum og báðum abbabørnunum.
- 1. jóladag fóru børnini hjá okkum til sínar verfamiljur, so tá vóru konan og eg einsamøll. Men, 2. jóladag um middagin vóru vit saman við børnum og abbabørnum aftur yvir hjá dóttir okkara.
Borgarstjórin sigur, at 2. jólakvøld bjóðaðu hann og konan ein góðan bita heima hjá teimum, og tá vóru eisini beiggi hansara við familju við.
- Jólaaftan eta vit gás og dunnu, 1. jóladag lambskjøt, og 2. jóladag er tað ræst kjøt.
Sune Jacobsen sigur, at hann keypir bara eina jólagávu, og hon er til konuna. Restina ornar konan, leggur borgarstjórin aftrat.