- Eg kenni ikki Ligue 1, men Ligue 1 kennir meg

Soleiðis segði Zlatan Ibrahimovic, tá hann í dag var kunngjørdur sum Paris St. Germain leikari. Hann skiftir frá AC Milan fyri áleið hálvtannaðhundrað milliónir krónur.

 

Nýríku PSG hava av álvara sent álopsbogan og nýggjasta keypið er ongin minni enn 30-ára gamli Zlatan Ibrahimovic. Hann er bersøgin og tað prógvaði hann eisini á tíðindafundinum, tá handilin var almannakunngjørdur.

 

- Tað er rætt at eg ikki kenni nógv til Ligue 1, men Ligue 1 kennir meg, helt Zlatan Ibrahimovic skemtiliga fyri.

 

Zlatan Ibrahimovic er nú tann leikarin, ið er handlaður fyri flest pengar samanlagt. Hann hevur í síni tíð sum leikari spælt við Malmø, Ajax, Juventus, Inter Milan, Barcelona, AC Milan og nú PSG. Samlaði prísurin liggur um 1,26 milliardir krónur, sambært Sky Sports.