Nú hevði Útvarpið eini tíðindi sunnukvøldið, og sambært hesum, so eru sørvingar nøkur tvørball, meðan vestmenningar skulu taka støðu til, hvønn landslut teir fara at leggja saman við. Tað stendur alt upp til teirra at gera av!
Hetta var tað, sum eg fekk burturúr tíðindunum, og sambært heimasíðuni hjá Útvarpinum, sum hevur tikið samanum tíðindini, stendur:
“Eftir lógini um kommunusamanlegging skulu Vestmanna og Kvívíkar kommunur áðrenn 1. oktober 2009 velja, um tær skulu vera saman við Sundalagnum, sum eru Eiðis og Sunda kommunur, saman við Tórshavnar kommunu ella saman við Vágunum. Um ongin avgerð er tikin tá, tekur landsstýrismaðurin í kommunumálum avgerðina.”
Útvarpið hevði so eisini eina viðmerking frá borgarstjóranum í Sørvági, Jákup Suna Lauritsen, og har var málið greitt lýst, at Sørvágur skal helst ikki hava eina fólkaatkvøðu fyrr enn greitt er felt á blað, hvat atkvøðast skal um. Miðvágur og Sandavágur hava longu ætlanir um at hava eina fólkaatkvøðu, men fram er ikki komið enn, hvør ella hvørjir spurningar verða settir á fólkaatkvøðuni. Tað fara vit kanska at fáa at vita seinni.
Vestanstevnan
Eg skilji ikki rættiliga, hvat tað er, sum ger, at Vestmanna skal verða ein sovorðin fongur hjá Vágoynni, og hvørji serlig bond eru millum Vestmanna, Kvívík og Vágar. Tað er ikki so mong ár síðani – kanska tá ið tosið byrjaði um kommunusamanleggingar – at Vestanstevnan gjørdist bert fyri Vágar. Í mong harrans ár var Vestmanna við í hesi stevnu, men tað er Vestmanna ikki meira, so tað kann ikki vera tað!
Tað er eingin orsøk at gera hetta mál um samanlegging trupult, tí tað er sera greitt. Vit hava oyggjar, summar smærri, summar størri, so tað eigur at vera arbeitt á annan hátt, enn at gera fløkjur og knútar og evjur. So áðrenn spurt verður um, hvar Vestmanna skal verða í framtíðini, so skal Vágoyggin spyrjast fyrst, um fólkið her í oynni vil hava samanlegging ella ikki. Vestmenningar skulu ikki avgera okkara framtíð, heldur enn Dímunarbóndin skal avgerða framtíðina hjá Jákupi Vestergaard og suðringum.
Greitt
Tá ið allar kommunurnar í Vágum – Sørvágs-, Miðvágs- og Sandavágs kommuna - hava atkvøtt um tær skula leggja saman, ja, so er málið greitt.
Tað er eingin grund at órógva hetta samstarv í oynni – hesa eind - og forpurra og øsa alla oynna við øðrum møguleikum, sum eru heilt burturvið!
Eg kenni bara fimm vestmenningar og einar tveir kvívíkingar, so eg skilji ikki rættiliga, hví vestmenningar og kvívíkingar skulu avgera okkara samanleggin her vesturi! Her man verða onkur fjald dagsskrá aftanfyri!