Eg kappist við babba

Tá mann hevur gløtt at gullgagguni hjá pápa sínum í 17 ár, sigur tað seg sjálvt, at mann verður motiveraður at skjóta mál. Hetta staðfestir Finnur Justinussen, sum í morgin hevur møguleika at gera yngsti toppskjúttin í bestu deildini nakrantíð

Motivatiónin kemur frá pápanum og kenslunum í Víkingi, mamman finnur seg í fótbóltinum, málini koma instinktivt, Jógvan Martin Olsen gav møguleikan, dómarin fær ofta viðmerkingar, hugflogið er ein veikleiki og nú byrjar eitt ávíst press at liggja honum. Øllum hesum greiðir 20 ára gamli Finnur Justinussen frá, sum í morgin kann gerast yngsti toppskjúttin í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum.


Hví

Finnur Justinussen staðfestir, at pápi hansara, Símun Petur Justinussen, sum gjørdist toppskjútti fleiri ferðir, hevur havt stóra ávirkan á, hvussu sonurin er blivin til málskjúttan, sum hann er í dag.

– Babba stuðlar mær øgiliga nógv, og sjálvt um eg ikki minnist so øgiliga nógv, tá hann spældi, so gloymi eg ongantíð rómin aftaná seinasta dystin í 1996, tá GÍ vórðu Føroyameistarar. Hetta vil eg uppliva aftur, sigur Finnur Justinussen.

Hann leggur tó afturat, at hann helst hevur gingið rundan um vøllin og mælið minniligu løtuna í 96, tí hann minnist ikki sjálvan dystin.

Um veruligu motivatiónina at skjóta mál, er ungi gøtumaðurin ivaleysur.

– Tá mann hevur hugt at gullgagguni hjá pápa sínum í 17 ár, sigur tað seg sjálvt, at mann verður motiveraður, staðfestir hann.

Men tá tað kemur til stykkis, so verða málini hvørki skotin fyri pápan, seg sjálvan ella áskoðararnar.

– Tað snýr seg um liðið. Eg skjóti málini fyri Víking, sigur ungi maðurin við gyltu fótunum.


Hvussu

Spurdur, hvussu hann skorar málini, ivast Finnur Justinussen eitt sindur meira.

– Tað er nokk eitt instinkt, sum ger, at mann kemur til ein kjans, og so er bara at vera kaldur og taka støðu til, hvar mann skal koyra bóltin, staðfestir Finnur Justinussen.

Men verandi toppskjúttin viðgongur, at møguleikarnir ikki koma heilt av sær sjálvum.

– Tað fyrsta er at kenna sínar viðleikarar, soleiðis at mann veit, hvussu teir spæla bóltin. Men hjá mær hjálpir eisini, at eg eri nokk so anonymur í dystum vanliga. So fái eg snýkt meg aftur um verjuleikararnar, so teir ikki kunnu síggja meg og bólt samstundis, men í síðsta enda er tað bara nakað, sum hendir, greiðir hann frá.

Hann leggur afturat, at tá teir fara í álop so er einasti tankin, hvussu mann fær avsluttað álopið ordiligt og helst við sær sjálvum við seinasta fótinum.


Fekk kjansin

Tá Finnur var yngri, kom hann eisini til nógvar møguleikar, men tað er ikki fyrr enn í ár, at hann er vorðin fastur leikari í bestu deildini og hevur skorað nógv mál. Í veruleikanum næstan helvtina av málunum hjá Víkingi.

– Forkláringin til málini liggur nokk í, at Jógvan Martin tordi at geva mær kjansin. Eg hevði sitið sum eykaleikari í tvey ár, men í ár eri eg sloppin at spæla, og so hvørt sum mann sleppur at spæla, so kennir mann viðleikararnar betur og verður eisini meira kaldur, sigur Finnur Justinussen.

Hann viðgongur eisini, at hóast hann bara hevur spælt í eitt lítið ár í bestu deildini, so kennir hann eitt trýst á sær.

– Sjálvandi kenni eg eitt trýst, tí fólk vænta at eg skori. Tað var kanska serliga í summar, tá eg spældi fýra dystir uttan at skora, at eg føldi eitt trýst. Men allir áloyparar fáa niðurtúrar, og so má mann bara arbeiða við tí.


Veikleikar

Tað gongur sera væl hjá gøtudronginum í løtuni, men hann er greiðir yvir, at hann framvegis hevur sera nógv at læra.

– Eg veit, hvar málið er. Problemið er bara at finna viðleikararnar. Tað er nokk hugflogið í spælinum, sum er nakað lítið, og so eri eg heldur ikki nógv kropssterkur, greiðir Finnur Justinussen frá, og staðfestir, at hetta er nakað nógv verður arbeitt við.

– Men tað er heldur ikki so, at eg bara fari at spæla til hinar. Sum er, so skjóti eg altíð sjálvur, men hevur onkur annar størri møguleika at skora enn eg, so umhugsi eg støðuna.

Dómarin fær sítt

Hóast tað er fyrsta árið hjá Finni Justinussen í bestu deildini, so fer hann altíð til markið. Bæði viðvíkjandi rangstøðu og tá tað kemur til at vinna ein bólt.

– Tað súrasta sum er, er tá mann hevur skotið eitt mál, og mann so fær at vita, at mann er offside. Tá er rættiliga skjótt at fara eftir linjuverjanum. Og í kropsliga spælinum fer mann sjálvandi til markið, men eg havi bara fingið tvey gul kort og eitt var fyri at lata meg úr blusuni, sigur helst komandi toppskjúttin.

Hann leggur afturat, at tað kann tykjast ósmæðið, men tað er ein partur av spælinum.


Tolin mamma

Frá tí, at Finnur Justinussen var heilt lítil hevur hann nærum búð á vøllinum í Sarpugerði.

– Mamma hevur nokk funnið seg í at eg eri komin seint til døgverða, og havi verið øgiliga nógv úti, men eg giti, at hon hevur verið von við tað frá tí, at babba spældi, flennir Finnur Justinussen.

Finnur eg yngstur av trimum systkjum, og hóast bæði systirin og beiggin spæla og hava spælt fótbólt, so er tað bara tann yngsti, sum veruliga hevur sligið ígjøgnum.


Besta spælið

Hóast ungi gøtumaðurin hevur svomið fyrr og er rættiliga sjálvssøkin sum fótbóltsleikari, so staðfestir hann, at liðspælið fótbóltur er hansara spæl, tí í svimjingini gekk bara væl í staffet.

– Eg veit at nógv, serliga konufólk, halda fótbólt vera nakað fjas, men eg haldi at tað er heimsins besta spæl. Kenslan at skora mál, og tað at tú ongantíð kanst siga nakað frammanundan. Tú verður altíð yvirraskaður av onkrum, og tí er tað so stuttligt, heldur Finnur Justinussen.