Tróndur Arge
- Sorin Anghel hevur ikki føroyskt pass og tí kann eg ikki úttaka hann, staðfestir Brian Kerr úr telefonini úr Írlandi.
Brian Kerr er í løtuni í Írlandi og hann koyrdi bil, tá sosialurin hitti hann yvir telefonina. Brian Kerr er skjótur at steðga bilinum, so hann kann práta ein løtu.
- Eg eri væl nøgdur við tað, sum eg havi sæð av Sorin Anghel. Hann hevur nógvar góðar eginleikar og kann spæla á fleiri plássum. Hann er avgjørt ein leikari, ið eg kann brúka á landsliðnum. Vit hava eisini fingið fleiri avboð frá royndum leikarum, so tað hevði komið væl við, sigur Brian Kerr.
Torført at gerast føroyingur
Fyri at ein leikari skal kunna umboða eitt landslið, so skal viðkomandi leikari hava eitt pass, sum er frá tí landinum, ið hann umboðar. Hetta kannar dómarin undan hvørjum dysti.
- Føroyingar gera tað ikki lætt fyri útlendingar at kunna umboða Føroyar. Tað gert tú alla aðrastaðni, har familjutrø verða kannaði langt aftur, fyri at finna møguligar leikarar, ið kunnu umboða títt landslið. Tað hevur eisini gjørt nógv fyri at fáa pappír og líknandi ting uppá pláss skjótt. Í hesum førinum hugsi eg um Sorin Anghel og Alex Jose dos Santos fyri føroyingar, sum báðir ynskja at umboða Føroyar, sigur Brian Kerr.
Nøgdur landsliðsvenjari
Føroyska landsliðið skal 3. Septembur spæla ímóti Serbia á Tórsvølli, og fýra dagar seinni spæla vit ímóti Italia í Firenze. Brian Kerr er tí í holt við at gera úttøkuna klára, sum verður almannakunngjørd mánadagin 23. August.
- Tað verða fáar broytingar frá dystinum í Estlandi. Har var nógv gott at síggja og eg eri væl nøgdur við fleiri ting í tí dystinum, sjálvt um vit taptu. Vit manglaðu royndir og styrki, men vit hava nú skorað í teimum flestu av teimum seinastu undankappingardystinum. Tað er nakað vit hava arbeitt við seinastu tíðina og nú sær føroyska liðið altíð út sum at teir kunnu skora, sigur Brian Kerr.
Kerr hevur U-21 landsliðið í huganum
Føroyska U-21 landsliðið skal spæla á útivølli ímóti Moldova 4. septembur og tað hevur Brian Kerr í huganum, tá A-landsliðið verður úttikið.
- Føroyska U-21 landsliðið hevur eina torføra og týdningarmikla uppgávu í Moldova samstundis sum dysturin ímóti Serbia. So eg má gera mær nakrar tankar um hvussu vit fáa tey bæði tingini at hanga saman, sigur Brian Kerr.
Til dystin í Estlandi hevði Brian Kerr ikki færri enn sjey leikarar í A-landsliðshópinum, ið hava aldur til at spæla á U-21 landsliðnum.
trondur@sosialurin.fo










