Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt so nógv í seinastuni á besta liðnum hjá Viking, men hann er ikki í iva um, at formurin er á góðari leið undan landsdystinum í kvøld móti Týsklandi.
Hoyr samrøðuna við Jóan Símun við at trýsta á pílin undir greinini.
- Formurin er í ordan. Tað er heilt sikkurt. Eg havi bara roynt at koyrt á hvønn dag til venjing. Eg haldi sjálvur, at eg kann gera tað betri enn eg gjørdi tað móti Kasakstan, men tað gongur rætta vegin, sigur Jóan Sìmun Edmundsson.
Toftamaðurin er sum restin av føroyska landsliðnum vónbrotin av úrslitinum í Kasakstan.
- Sum heild, so haldi eg at teir vóru betra liðið, men tað er súrt, tá tað eru tveir dómarafeilir, sum at síggja til kosta okkum. Vit eru ikki nógv neyvir í spælinum og kunnu meir enn vit vísti í Kasakstan, sigur Jóan Símun Edmundsson
Framherjin hevur eitt sindur ilt við at seta úrslit á, hvat eitt gott úrslit er í kvøld.
Vit royna at fyrireika okkum sum best og hugsa fyrst og fremt um okkum sjálvar. Tá vit koma á vøllin, so er tað líka mikið hvørjir teir eru, sjálvt um teir eru góðir. Eg dugi ikki at seta úrslit á hvat er eitt gott úrslit, men tað mugu bara gera tað vit kunnu og so síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Jóan Simun Edmundsson at enda.
Landsdysturin millum Føroyar og Týskland byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Rás2 sendir beinleiðis frá dystinum, og byrjar at senda longu klokkan 15.