Enn eitt valevni bjóðar seg nú fram at stilla upp fyri Framsókn á løgtingsvalinum, sum verður seinni í ár.
Tað er 55 ára gamla Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindi á Fróðskaparsetrinum, sum sum nú hevur gjørt av at stilla upp.
- Eg meti, at við mínum fakliga førningi, við útbúgving í stjórnmálafrøði, sálarfrøði og leiðslu, umframt mínum lívs- og arbeiðsroyndum, serliga í undirvísing, kann gera ein mun, sigur hon.
Politiskt hevur hon nógv áhugamál, men yvirskipað heldur hon, at vit skulu raðfesta arbeiðið at brynja samfelagið til framtíðina.
- Tað sum er farið, er farið, og vit kunnu ikki gera so nógv við hetta. Nakað hevur gingið væl, og onnur ting kundu verið handfarin meira skilagott. Hinvegin hava vit øll tapt, um vit verða hangandi í kjakinum um, hvat vit áttu at gjørt, sigur Súsanna Olsen.










