Eg ivist ikki í at vit fáa frið

ALS Formaðurin í stýrinum fyri ALS væntar ikki, at samgongan fer at halda lyftið til Jenis av Rana

- Eg eri púra vísur í, at ALS fer at fáa frið fyri politikarunum framyvir.
Tað ivast Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS ikki í.
Sostatt er hann eisini púra sannførdur um, at samgongan fer ikki at halda lyftið, sum Jenis av Rana sigur, at hann hevur fingið um at broyta ALS.
Alfred Petersen er alt annað enn fegin um trýstið, sum bæði fakfeløg og politikarar hava lagt á stýrið í ALS í sambandi við, at útgjaldið er lækkað og inngjaldið er hækkað fyri at skipanin ikki skal tømast um tvey ár.
- Vit í stýrinum brúktu átta, níggju mánaðir til at telva okkum fram til eina semju.
- Men vit hava alla tíðina lagt ómetaliga stóran dent á, at semja skuldi vera í stýrinum um tilmælini til politiska myndugleikan.
- Vit halda, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at stýrið stendur sum ein maður í sínum tilmælum til politiska myndugleikan fyri at Løgtingið ikki skal noyðast at taka støðu til eitt uppskot frá einum meiriluta og eitt uppskot frá einum minniluta.
- Tað er ein siðvenja, vit í stýrinum alla tíðina hava hildið fast um.
- Vit hava eisini lagt ómetaliga stóran dent á, at politiski myndugleikin heldur fingrarnar vekk frá ALS, men fylgir teimum tilmælum, sum stýrið kemur við.

Eingin umbering
Bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar hava tvíhildið um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS og sum rinda fyri ALS og sum tískil eisini skulu stýra ALS.
- Fakfeløgini hava meiri enn einaferð gjørt greitt, at leggur Løgtingið seg út í viðurskiftini í ALS, verður aðalverkfall í stundini.
Samstundis hava fakfeløgini eisini meiri enn einferð stúrt fyri, at tað eru kreftir í politisku skipanini, sum fegin vilja hava ALS undir politisku skipanina og grunnin á fíggjarlógina.
Alfred Petersen staðfestir, at ein høvuðsorsøk til, at stýrið í ALS leggur so stóran dent á, at tað er semja um tey tilmæli, ið verða løgd fyri politisku skipanina, er nettupp fyri ikki at Løgtingið skal kunna brúka eina ósemju í stýrinum sum eina umbering fyri at leggja seg út í viðurskiftini í ALS.
- Vit hava kravt av okkum sjálvum, at stýrið skal vera samt, nettupp fyri at hjálpa politikarum frá at koma í knípu av ALS, tí so hava teir bara at fylgja okkara tilmæli, heldur at enn at taka støðu til fleiri tilmæli.
- Okkara boðskapur til politisku skipanina hevur altíð verið, at tá ið stýrið stendur saman um eitt tilmæli, verður tað eisini kravt av politiska myndugleikanum, at hann ikki tekur stýrið av ræði.

Høvdu lagt frá sær
Alfred Petersen sigur, at taka politikararnir stýrið at ræði, fær tað ikki arbeitt.
Og so er spurningurin um tað er nakað endamál at hava eitt stýrið.
Formaðurin sigur, at hesuferð, ætlanin var at skerja ALS, varð stórt trýst lagt á stýrið um at broyta tilmælið.
- Men stýrið megnaði at standa ímóti trýstinum og gav Løgtinginum tey boð, at eitt samt stýrið helt fast um tilmælið.
- Eg vænti, at hevði Løgtingið hesuferð tikið stýrið av ræði, hevði í hvussu so er ein partur av stýrinum lagt frá sær, kanska alt stýrið.
- Tað ber ikki til hjá fólki at taka ábyrgd fyri einum øki, sum tey kortini ikki sleppa at hava ábyrgd av.

Væntar ikki
Sambært Jenis av Rana hevur samgongan lovað honum at broyta viðurskiftini í ALS.
Men tað væntar Alfred Petersen ikki.
Hann heldur, at tá ið Løgtingið ikki tók stýrið av ræði hesuferð fer tað heldur ikki at vera í heyst.
- Eg eri púra sannførdur um, at politiski myndugleikin er komin til ta niðurstøðu, at hann skal halda seg burtur frá ALS og at hann ikki fer at smoyggja nakað niður yvir stýrið, ella at hann í árar mátar fer at leggja trýst á stýrið um at taka eina aðra støðu, enn stýrið ætlar at taka.
Og Alfred Petersen staðfestir eisini, at skal hámarkið takast av og bíðidagarnar endurskoðast, skal tilmælið koma frá stýrinum og stýrið skal vera samt um tað.
- Tað skal ikki gerast tí at samgongan kanska hevur givið Miðflokkinum eitt lyfti, men tí at stýrið mælir til tað, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at verða einstakir lutir í ALS broytt, kann tað skeikla skipanina og tí heldur hann fast um, at allar broytingar í ALS skulu koma frá stýrinum og ongum øðrum.
Lyftini til
Miðflokkin

Jenis av Rana sigur, at samgongan hevur lovað honum, at hámarkið fyri, hvussu nógv fólk rinda í skipanina, verður hækkað munandi.
- Vit hava eisini fingið lyfti um, at loftið fyri inngjaldi skal hækkast upp ígjøgnum.
Tá ið inngjaldið varð 1%, rindaði ongin inn í ALS av inntøku omanfyri 650.000 krónur.
Men nú inngjaldið hækkar upp í 1,25%, verður øll inntøka omanfyri 520.000 krónur frítikin fyri at rinda inn í ALS.
- Vit hava fingið lyftið frá samgonguni um, at tað hámarkið skal hækkast upp í milliónaklassan so at øll í veruleikanum rinda til ALS av allari sínari inntøku.
Jenis av Rana sigur, at samgongan hevur eisini lovað Miðflokkinum, at reglan um bíðidagar í ALS skal nágreinast í eini kunngerð, so at tað ikki rakar tey, sum ætlanin ikki var at raka.
- Bíðidagarnir eru settir í verk fyri at forða fyri misbrúki, har fólk ferðast inn og út úr ALS, men nú skulu reglar gerast, so at tað ikki eisini rakar tey veruliga arbeiðsleysu, sigur hann.
Les eisini greinina: Als skerjast aftur seinni í ár