Eg ivist í politiska viljanum

– Ein Suðuroyartunnil hevur ikki bara nakað at siga fyri suðuroyingar, men eisini fyri allar Føroyar, tí Suðuroyggin hevur nógv at bjóða føroyingum, sigur borgarstjórin í Sumbiar kommunu

Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?

 

– Eg velji at hava góðar vónir. Tað kostar einki. Men, so vil eg eisini vera realistiskur, og tá ivist eg stórliga í viljanum hjá teimum ráðandi.

 

Tað sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar komm­ unu.

 

Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suður­ oynna?

 

– Tað er ilt at siga. Vit kunnu eisini spyrja, hvussu verður, um eingin tunnil kemur. Øll síggja støðuna í Suðuroynni, og øll vita, at meðan alt veksur aðrastaðni, so fáa vit ikki lut í vøkstrinum.

 

Borgarstjórin velur at trúgva, at tað verður betur við føstum sambandi og fleiri møguleikum – til tey, sum búgva her og restina av Føroyum, sum tá eru samanbundnar.

 

Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?

 

– Tað er bara at hyggja at støðuni í Suðuroy í dag, og tað verður nokk ikki betur.

 

Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suður­ oyarfirði kann gerast veruleiki?

 

– Eg stúri fyri, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn hetta ævin­ týrið verður til veruleika, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.