Fløguaktuelli Hallur Joensen er ein av føroysku tónleikarunum, sum verður oftast biðin at spæla til tiltøk – smá sum stór – og tað er hann fegin um.
– Eg skal vera væl upplagdur, tá ið eg fari út at spæla, og eg skal ikki kiksa. Eg verði biðin um at spæla til nógv ymisk tiltøk, og tá ið fólk til dømis biða meg spæla til eitt brúdleyp ella eina føðingardag, so hugsi eg, at eg skal spæla til eina av stóru løtunum í lívinum hjá fólki. Tað taki eg í stórum álvara, og eg vil gera tað so gott sum gjørligt – bæði fyri meg og mín tónleik og fyri fólkini, ið eg spæli fyri. Eg eri takksamur fyri, at eg verði biðin um at spæla, sigur Hallur Joensen.
Í 2008 fekk hann stóra gjøgnumbrotið sum countrysangari, tá ið hann gav fyrstu fløguna út. Nú er sjeynda útgávan, »Runnin ár« komin, og fyrstu sangirnir eru longu vorðnir hitt.
– Eg eri altíð væl fyrireikaður til mínar framførslur, hóast mær dámar, at tað virkar sum eitt sindur improvisera og óformelt. Eg veit júst, hvat vit skulu ella kunnu spæla, og eg veit, hvat tónleikararnir hjá mær kunnu.
– Eg hugsi altíð, at eg skal fáa tað besta burturúr, og eg havi eitt positivt lyndi. Eg plagi at siga, at vit hava tveir møguleikar: Vit kunnu positiv ella ikki. Vit eru so skjót at finnast at ella døma hvønn annan, men mann kann eisini gera tað øvugta, sigur Hallur Joensen.
Longri samrøða við Hall Joensen kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.