Niels Holm Biskopstø í Klaksvík hevur altíð dámt væl at fingist við bilar, men seinastu árini hevur hetta frítíðarítrívið ligið í dvala.
Fyri eini viku síðani fekk hann tó eyga á eina serútgávu av eini Volkswagen "boblu" í Suðuroy, og tá kom hugurin til frítíðarítrivið aftur.
- Eg havi altíð viljað havt eitt projekt at arbeitt við, og tá eg sá hendan bilin valdi eg at keypa hann beinaveg. Eg kalli bilin "hon" tí tað er ein bobla, sum hevur persónligheit, sigur Niels Biskopstø
Tað er ikki heilt víst hvørki boblan er frá 1971 ella 1973, men nú er Niels byrjaður at seta puslispælið saman aftur sum onkur annar hevur koyrt sundur. Til ber at fáa lutir til bobluna gjøgnum nótina, og tað eru nógv sum liggja inni við lutum eisini.
Niels Biskopstø fekk ein kassa av umvælingar bókum við í keypinum frá trýmenninginum í suðuroy, sum ongantíð gjørdi meir við keypið av bobluni.
- Har eru nógvir ledningar og annað, sum skulu í rætt stað, sigur Niels Biskopstø
Fyrst ætlar Niels at fáa bilin gjøgnum sýn, og at fáa gomlu pláturnar á aftur bilin.
- Eg hugsi at eg bjargi henni, sigur hann
Ongin almennur bólkur er í Klaksvík fyri fólk við áhuga í ellisakførum, men Niels Biskopstø og nakrir vinmenn sum hava áhuga í bilum og eiga ellisakfør, hjálpa hvørjum øðrum. Teir leita tó eftir staði at savnast og arbeiða uppá bilar í, greiðir Niels Biskopstø frá.