Eg hugsaði: "Kom nú Rói skora" (FM1)

(FM1) Veteranurin, Rókur Akralíð er sera fegin um at hava verið við til at fremja eitt hondbóltsbragd

- Eg fekk akkurát fatur á bóltinum har ímóti endanum, og so spældi eg bóltin til nærmasta mann, og vit blivu so fríir úti á vinstra veingi. Eg hugsaði: "Kom nú Rói, og hann skoraði". Orðini eigur veteranurin á hondbóltslandsliðnum, Rókur Akralíð.

 

Fyri Rók Akralíð er tað stórt at kunna verða við at fremja eitt bragd fyri føroyskan hondbólt og taka eitt stig ímóti Montenegro á útivølli.

 

Rókur Akralíð staðfestir, at landsliðsarbeiðið og ungdómsarbeiðið hjá HSF ber frukt, og tað fegnast hann um.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Rók Akralíð aftaná minniliga javnleikin ímóti Montenegro.