- Fólkaflokkurin er størsti flokkur á løgtingi og hartil stjórnarberandi. So við at fara upp í Fólkaflokkinum fái eg í størst mun gjørt mína ávirkan galdandi.
Tað sigur Janus Rein, sum í dag er blivin partur av Fólkaflokkinum.
Hann heldur seg ikki hava brotið ”kontraktina” við tey, sum á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 valdu hann á løgting fyri Framsókn.
- Tey, sum valdu meg tá, valdu persónin Janus Rein. Og eg standi fyri tí sama enn, sigur Janus Rein, sum ætlar serliga at leggja dent á fíggjar- og búskaparmál.
Sambært løgtingsmanninum hevur tað í eina tíð ligið í kortinum, at hann fór upp í Fólkaflokkin.
Hóast Fólkaflokkurin nú er størsti flokkur á løgtingi og harvið eisini í samgonguni, so vil Jørgen Niclasen, floksformaður, ikki krevja tóma landsstýrissessin í Innlendismálaráðnum.
- Tað er ein telving, sum fer fram í Tinganesi í løtuni, sigur Jørgen Niclasen.
Annar møguleiki, sum verður nevndur, er at Innlendismálaráðið verður upployst og málsøkini í ráðnum flutt til onnur landsstýrisfólk at umsita.
Jørgen Niclasen váttar fyri Rás2, at Janus Rein fer at taka sætið í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
- Vit gera eina rokadu um ársskiftið, sigur Jørgen Niclasen.
Hoyr samrøðu við Janus Rein og Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini: