- Eg hoyrdi hørð buldur og skríggj

- Tað má hava verið vil vilja, tí lyktirnar á bilinum vóru ikki tendraðar, sigur eldri maðurin við Berliner Morgenpost.

Týskar tíðindatænastur hava í kvøld havt samband við fleiri fólk, sum vóru á staðnum, tá stóri lastbilurin koyrdi inn í mannamúgvuna í Berlin og drap níggju fólk og særdi fleiri enn fimmti.

 

Millum tey, sum tíðindatænasturnar hava skift orð við, er ein eldri maður, sum var har, tá lastbilurin koyrdi inn í mannamúgvuna.

 

- Lastbilurin koyrdi bara beinleiðis tvørtur um kantsteinin og inn á plássið. Tað má hava verið vil vilja, tí lyktirnar á bilinum vóru ikki tendraðar, sigur eldri maðurin við Berliner Morgenpost.

 

Hann leggur aftrat, at hann hoyrdi bara hørð buldur og skríggj.

 

- Knappliga hoyrdi eg eitt ógvuliga hart brak. Onkur tók í annan armin á mær, og síðan hoyrdi eg bara skríggj. Beint við síðuna av mær datt onkur, og so rann eg bara, sigur eldri maðurin, sum Berliner Morgenpost hevur skift orð við.