Eg hevði svarað tað sama

Óli Jacobsen segði, at hann ikki hevi givið annað svar enn tað, hann gav í rættinum í málinum millum Fiskimannafelagið og Arctic Viking.

Óli Jacobsen segði, at hann ikki hevi givið annað svar enn tað, hann gav í rættinum í málinum millum Fiskimannafelagið og Arctic Viking.

 

Óli Jacobsen var ongantíð í iva um, hvussu sáttmálin skuldi tulkast, og tað vitnaði hann eisini um í rættarmálinum millum Føroya Fiskimannafelag og P/F Líðina, sum eigur Arctic Viking.

 

Tað var eisini prógvað, at hann segði tað sama á fundi við sakføraran undan rættarmálinum, sum hann segði á sjálvum rættarfundinum.

 

Hann viðgekk, at hann hevði skrivað kritiskt móti háttinum, sum Jan Højgaard rekur Fiskimannafelagið, men hann segði eisini, at hann stóð við hvørt orð, hann hevði skrivað.

 

Óli Jacobsen upplýsti eisini á rættarfundinum hósdagin, at ongar treytir vóru lagdar við, tá nevndin samtykti - einmælt - at veita honum eftirløn, tá hann fylti 67 ár.

 

Hann greiddi somuleiðis frá, at Fiskimannafelagið ongantíð hevði sett seg í samband við seg viðvíkjandi teimum báðumrættarmálunum, sum hann hevði verið vitni í.

 

- Eg meti meg vera væl fyri, tá tað kemur til sáttmálar millum Føroya Fiskimannafelag og ymsu reiðarafeløgini, staðfesti Óli Jacobsen á rættarfundinum.

 

Til ber at lesa meira um málið í Sosialinum mánadagin.