Eg hevði ikki væntað at tað stóra

Enn hava vit onki lívstekin fingið, uttan frá Helga Abrahamsen

Tað er onki, sum bendir á, at Løgtingið fer at verða samankallað fyri ólavsøku at viðgera løgmann.

 

Tað ásannar Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn.

 

Fríggjadagin heittu teir tríggir andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, á allar flokkar, og á allar tinglimir, um at taka undir við at Løgtingið verður kallað saman at viðgerða støðuna hjá løgmanni, eftir at Hans Gammeltoft Hansen hevur staðfest, at hann segði ósatt fyri Løgtinginum í málinum um Eysturoyartunnilin.

 

Kanningarstjórin hevur staðfest, at hann við vilja, og í fleiri umførum, hevur sagt ósatt og borið Løgtinginum skeivar upplýsingar, staðfesta teir tríggir flokkarnir.

 

- Hetta er álvarsligasta og mest grundleggjandi lógarbrotið, ið kann fremjast hjá einum stjórnarleiðara ímóti tí fólkavalda tinginum í eini demokratiskari skipan.

 

- Tað er ikki ein spurningur um samgongu og andstøðu. Men ein spurningur um tingræði, tign, og at tingið er evsti politiski myndugleiki, sum umboðar fólkið, siga teir eisini.

 

Men nú tríggir dagar eru farnir, er onki lívstekn frá nøkrum í samgonguni, og tí ásannar tingmaðurin fyri Framsókn, at samgongan er er neyvan sinnað at viðgera spurningin nú.

 

- Einasta lívstekn, eg havi fingið, er frá Helga Abrahamsen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, sum hevur spurt, hvat uppskot, vit ætla at leggja fyri løgtingið.

 

Poul Michelsen heldur, at hetta er ein høpisleysur spurningur.

 

- Vit ætla at fáa Løgtingið saman at viðgera kanningina, og so má viðgerðin vísa, hvat úrslitið verður, sigur Poul Michelsen.

 

Hann sigur, at løgtingið hevur ein heilt ítøkiligt mál at viðgera og tað er úrslitið av kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen. Men at siga frammandan, hvat Løgtingið fer at semjast um av avleiðingum, ber ikki til, eigur hann.

 

Hann sigur, at tað verður viðgerðin, sum má vísa um talan verður um at reisa misálit, ella hvat skal henda.

 

Poul Michelsen heldur, at hetta er eitt tekin um eitt demokratiskt undirskot, at samgongan ikki vil kalla tingið saman.

 

- Men tað mugu vit so bara góðtaka – og satt at siga, hevði eg heldur ikki væntað tað stóra, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at formasskapurin er samdur um, at løgmaður skal hava eina átalu fyri at hava brotið lógina.

 

Men andstøðan heldur, at løgmaður eigur eisini at taka politiskar avleiðingar og hann skilir ikki, hvussu avgerðin um hetta kann bíða.

 

- Kunnu vit bíða til á ólavsøku, kunnu vit eisini bíða til í september. Politiska skipanin virkar alt árið og tá ið tað er nú, vit hava ein trupulleika, eiga vit at loysa hann nú, tí politiska skipanin kann ikki laga seg eftir, um tað er ólavsøka, ella páskir, ella okkurt annað.

 

Hinvegin heldur hann, at góðtekur samgongan hetta, verður tað hennara egna ábyrgd.

 

Hann ivast heldur ikki í, at tók andstøðan ikki hetta stigið, hevði hon fingið tað skotið í skógvarnar frá samgongini, at hon einki gjørdi.