-Eg hevði ikki kunnað dripið tær

Bretska løgreglan hevur skuldsett Steven Wright fyri at hava beint fyri fimm kvinnum í Ipswich, men sjálvur sigur hann, at hann kann ikki drepa nakran.


-Tú mást trúgva mær, góða. Eg hevði ikki kunnað framt hesi ræðuligu lógarbrotini, skrivar tann 48 ára gamli Steven Wright í brævi til unnustuna Pam Goodman. Blaðið News Of The World hevur fingið hendur á brævinum og endurgav úr tí í gjár.

Í brævinum sigur Steven Wright seg vóna, at tað, sum er hent, er bara ein óndur dreymur.

-Tú skalt ikki stúra, tí eg eri sálarliga og likamliga sterkari, enn tú kanska heldur, skrivar hann.

Steven Wright er er úr Ipswich, har hann varð tikin tann 19. desember. Eftir kravi frá løgregluni har skal hann sita í varðhaldi til tann 1. mai, so løgreglan fær stundir til at kanna, um tað var hann, sum myrdi tær fimm kvinnurnar. Sambært løgregluni bleiv tann fyrsta kvinnan myrd síðst í oktober og tann seinasta um hálvan desember.