Mikudagin verður almenn fráfaringarløta hjá Ríkisumboðnum í Føroyum. Dan Michael Knudsen, sum síðani januar í 2008 hevur verið ríkisumboðsmaður í Føroyum, gevst nú í starvinum og fer til Danmarkar at starvast á skrivstovu hjá forsætismálaráðnum.
Dan Knudsen starvaðist trý ár í umsitingini hjá landsstýrinum, áðrenn hann fór í starv hjá Ríkusumboðnum – fyrst sum fulltrúi og ráðgevi, og frá 2008 sum ríkisumboðsmaður.
- Eg var væl fyrireikaður til at taka við sum Ríkisumboðsmaður, tí eg hevði arbeitt hjá Ríkisumboðnum í fleiri ár frammanundan og hevði arbeitt undir trimum ymiskum ríkisumboðsmonnum, sum eg hevði lært ymiskt frá. Eg hevði eisini ein stóran fyrimun í, at eg hevði arbeitt í umsitingini í landsstýrinum og var komin at kenna fólk, sigur Dan Knudsen við Sosialin í dag.
Tá ið Dan Michael Knudsen læs á lærdum háskúlanum í Odense, hitti hann Margrethu Justesen av Viðareiði, sum gjørdist kona hansara. Tað hevur eisini givið Dan Knudsen eitt gott innlit í føroysk viðurskifti.
- Tað hevur avgjørt verið ein fyrimunur, at eg havi føroyska familju og skilji føroyskt, hóast eg ikki tosi tað. Eg haldi meg kenna føroyska mentan og hugsanarhátt, og tað havi eg kent sum ein styrki í mínum arbeiðið sum ríkisumboðsmaður, sigur hann.
Longri samrøða við Dan Michael Knudsen kann lesast í Sosialinum, sum kemur út í dag.