Ein leygardagur í marts mánaði í fjør kundi verið tann seinasti hjá tí tá 19 ára gamla Dániali Bertholdsen. Á veg til Toftir fór bilurin útav vegnum, bóltaði oman gjøgnum fjørðina og endaði á sjónum - við Dániali í bilinum.
Kjartan Højgaard, sum koyrdi har á leiðini tá, var skjótur í vendingini, og bjargaði Dániali, sum hevði fingið stóran skaða.
- Tá eg síggi bilin var út av vegnum, ivist eg ikki í, at maðurin í bilinum er deyður. Og tað var tað ringasta, sigur Kjartan Højgaard, sum hósdagin í farnu viku fekk heiðurin at vera Ársins Fyrstihjálpari 2013.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Kjartan Højgaard og Dánial Bertholdsen.