Eg havi verið nógv heimanífrá – men eg havi aldrin talt tímarnar

Nú er stundin komin til at slaka av, sigur stjórin, sum nú fer frá

##med2##

 

Hetta er rætt og slætt fyri at slaka eitt sindur av. Tað sigur Martin Restorff, stjóri á nýggja Hilton-hotellinum í Havn. Í morgun bórust tey óvæntaðu tíðindi, at hann fer úr starvinum sum stjóri á hotellinum og leggur frá sær 1. september.

 

Hann ásannar, at tað hevur verið strævið og at hann hevur verið nógv heimanífrá. Men eg havi aldrin talt tímarnar, leggur hann afturat.

 

Nú hann fer frá sum stjóri tekur hann ístaðin við sum nevndarlimur í Hilton, men annars hevur hann ongar ítøkiligar ætlanir.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá á FM1