?Vit hava dagliga verið í samband við hvønn annan gjøgnum teldupost og ein dagin ringdi hann, sigur Armgarð, kona Ansgar Sørensen, sum í tíggju dagar hevur verið afturhildin á karibisku oynni Haiti, tí myndugleikarnar høvdu illgruna um, at narkotika var goymt í sementsekkjunum í lastini.
?Eg varð ógvuliga kløkk, tá eg hoyrdi, at skipið var afturhildið, og serliga, tá eg fekk at vita, at teir høvdu tikið passini frá manningini, men eftirsum vit hava havt samband hvønn einasta dag, so havi eg verið róligari, sigur Armgarð.
? Men tað var deiligt, tá eg í morgun hoyrdi, at onki narkotika varð funnið í lastini. Tað verður deiligt at fáa mannin heim, og tað verður slett ikki um so langa tíð. Hann kemur heim um hálvan september.
Ansgar og Armgarð eiga tvey børn, sum eru hálvt og tvey ára gomul.