- Eg havi tað gott

Á tíðindafundi seinnapartin í dag, segði fyrrverandi danski fótbóltsleikarin, Brian Laudrup, sum er fongdur við krabbameini, at hann hevur tað gott. Seinnapartin í dag kallaði Viasat til tíðindafund fyri at kunna hyggjarar og lurtarar um ítróttarskránna, sum er løgd fyri várið.

Krabbameinssjúki, Brian Laudrup, segði eisini nøkur orð um seg sjálvan og sína sjúku á fundinum.

- Eg veit, tit gjarna vilja spyrja meg um mína heilsu og mína sjúku. Um hetta kann eg bara siga, at tað gongur væl, ordiliga væl.

Brian Laudrup segði seg ikki hava fleiri viðmerkingar til sína heilsustøðu enn tað, hann longu hevði sagt og segði seg vóna, at tíðindafólk vilja virða hesa støðu hansara.

Seinni á tíðindafundinum tosaði hann tó um arbeiði, og tá hann fekk at vita, at hann sær út til at hava tað gott, segði hann:

- Eg havi tað eisini gott. Eg eri ikki í fulltíðarstarvi í løtuni, men eri í starvi her á Viasat sum vertur.

Brian Laudrup segði seg eisini hava onkrar verkætlanir í gongd saman við øðrum.